Tora ikki at hava tiltak í Oslo í kvøld fyri samkynd

Løgreglan sigur, at vandi er, at víðgongdir islamistar fara at gera seg inn á tey

Í kjalarvørrinum á yvirganginum í Oslo hendan dagin, varð avgjørt at avlýsa Pride-skrúðgonguna hesa ferð. Yvirgangastsóknin varð vend ímóti samkyndum og løgreglan stúrir fyri at tað sama kundi henda aftur.

 

Í kvøld var kortni ætlanin at skipa fyri stórum tiltaki við røðum og tónleiki á ráðhúsplássinum í Oslo og eisini NRK, norska kringvarpið, ætlaði at senda frá tiltakinum. Men nú er eisini tað tiltakið útsett eftir einum greiðum tilmæli frá løgregluni, sigur NRK. Tilmælið frá løgregluni um at avlýsa tiltakið er eftir upplýsingum frá fregnartænastuni hjá løgregluni, tí teirra meting er, at víðgongdur islamistar framvegis meta, at tey samkyndu eru ein fíggindi.

 

Samstundis skal støða takast til onnur tiltøk av sama slagi aðrastaðni í Noregi.

 

Fregnartænastan metir nevniliga, at tað er serstakliga stórur vandi fyri yvirgangi.

 

Men skuldi tað kortini hent, at onkur møtir upp á ráðhúsplássinum í kvøld, fer løgreglan at vera til staðar at verja tey.

 

Løgreglan hevur mett, at 42 ára gamli maðurin, sum er tikin fyri yvirgangsatsóknina leygarnáttina, var einsamallur um gerðina. Men nú verður kortini stúrt fyri, at eisini onnur hava ætlanir um yvirgang.