Verkfall
Á virkinum hjá Fiskavirking á Tvøroyri, eru tey ikki fegin.
Verkfall hevur hótt Strandferðsluna síðani leygarkvøldið og tað merkist eisini á flakavirkinum hjá Fiskavirking á Tvøroyri.
So leingi óvissan er um ferðasambandi, tora tey ikki at keypa fisk, tí vandi er fyri, at tey koma at liggja innibrend við honum.
Ì gjáramorgunin høvdu tey bara arbeiði til dagin í gjár, so bleiv ikki meiri, sum støðan er.
Sostatt hevur bara hóttanin um verkfall kosta virkinum, og arbeiðsfólkinum, ein hóp av peningi.
Í farnu viku hevði virkið á Tvøroyri keypt heilt fitt á kongafiski, men hóttanin um verkfall fekk tey aty umhugsa at flyta fiskin norður um fjørð, so at hann kundi virkast á onkrum virkið norðanfyri, tí tey eru ikki rakt av einum møguligum verkfalli.
Men tey tóku kansin og arbeiddu hann á virkinum á Tvøroyri kortini.
Á Fiskavirking á Tvøroyri siga tey, at tað, sum hevur størstan týdningin, er at fáa fisk av landinum við Norrønu hóskvøld, men sum støðan er, tora tey ikki at satsa uppá tað.
Fiskavirking sigur, at tað er serliga virksemið í Suðuroy, sum eitt møguligt verkfall rakar, tí í allari restini av landinum, er virksemið sum vant.
Støðan er ótolandi, serliga nú fiskivinnan er so hart kroyst frammanundan. Samstundis missur Fiskavirkið álitið hjá viðskiftafólkunum, tí tað kann vera tungt at vinna aftur.
Eisini tey, sum fáast við fiskivinnu, sakna, at politikarar gera álvara av tí, sum teir hava sagt í fleiri ár um at bera so í bandi, at siglingin hjá Strandferðsluni skal verða undantikin ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Politikarar hava í fleiri ár tosað um at bera so í bandi, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skuldi ikki ávirka siglingina hjá Strandferðsluni.
Tað skuldi gerast við at gera manningarnar á strandfaraskipunum til tænastufólk, ella í hvussu so er at fáa tey undir eina tænastumannalíknandi skipan, so at tey ikki kundu fara í verkfall.
Men hóast tosað hevur verið um hetta í fleiri ár, upplýsti formaðurin í maskinmeistarafelagnum, Jógvan Nybo fyri Sosialinum, at teir høvdu ongantíð hoyrt nakað aftur til hesa ætlanina.
Serliga hart raka hesar ósemjur á arbeiðsmarknaðinum sambandið til Suðuroyar, tí heili fimm fakfeløg eru knýtt at Smyrli: Skipara og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og somuleiðis eru bæði Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag knýtt at Smyrli,tí har eru teir limir, sum binda Smyril ávikavist í Havn og í Trongisvági.
Sostatt liggur Smyril, hvørja ferð okkurt av hesum feløgum er í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum- og tey, sum hava fylgt við seinastu árini, vita, at tað er í heilum, at okkurt av hesum feløgunum, ikki eru til arbeiðis