Hvat dámar tær betri - flúgva ella sigla?
Eg elski at sigla – við egnum báti, við Norrønu ella við øðrum stórum og spennandi skipum. Tað er so róligt, avslappandi og romantiskt. Men tá eg havi skund dámar mær eisini at flúgva.
Hvagar burdu føroyingar ferðast meira?
Runt í Evropa við egnum bili. Stóru, spennadi høvuðsstaðirnar á meginlandinum. Flottu, heitu strendurnar longur suðri á sumri ella kavaklæddu vøkru alpurnar á vetri. Ávegis avgerð ein sjálvur hvat ein ynskir at uppliva.
Hvat er tað strævnasta við at ferðast?
At standa í kø og baksast við viðførið.
Hvat ting er tú glaðast fyri?
Mína iPhone 3G S 32GB og mínar nýggju Atomic D2 Race SL - Skífjalar
Hvat ger teg bangnan?
Tankin um at okkurt hendir við mínum nærmastu
Hvussu nógv tjenar tú um mánaðin?
Vit klára dagin og vegin og kanska eitt sindir afturat
Hvar/nær hevði tú viljað verið ein fluga á vegginum?
Tá konan er í bindiklubb og kanska eisini onkuntíð á Landsstýrisfundi
Hvat er flóvisligt?
At prumpa ímeðan eg liggi á búkinum og fái eina marglætis vøddamýking á eini marglætis vøddamýkingarstovu á einum marglætis gistingarhúsi
Hvat ert tú gleðast yvir, við tíni egnu útsjónd?
At eg enn havi hár á høvdinum
Hvør núlivandi føroyingur er ordiliga kulur?
Gunnar Nielsen og Tróndur Patursson. Fantastiskir kemparar og einarar
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Tað er uttan iva mitt snarsinni
Hvør er størsta avbjóðingin í Føroyum?
At vit brúka so nógva tíð og næstan einans tora at tosa um tað sum ikki er veruliga týdningarmikið. “We do not face the brutal facts!" Og so, at vit eru so fáir føroyingar í Føroyum.
Hvat ger teg illan?
At spilla tíðina við tí, sum ikki hevur týdning og skapar framdrift. Óerligheit og slatur, og at Chelsea tapur. Men tað síðsta er so sjálvdan.
Hvat ger teg glaðan?
Tá tað gongur míni deiligu konu, mínum deiligu børnum og okkara nærmastu annars - familju og vinfólki - væl og tá alt gongur upp í eina hægri eind.
Hvat hevur lívið lært teg?
Fokuserað uppá tað sum hevur týdning, tak einki fyri givið og "Keep it simple".
Navn: Peter Holm
Aldur: 41
Bústaður: Hoyvík
Starv: Forstjóri í Smyril Line
Familja: Giftur við Fridu. Børn: Bjørt 12 ár, Teitur 11 ár, Áslakur 10 ár og Baldur 1 ár.