Tóra undrast á løgmann

Tey, ið bera brek, sakna størri áhuga frá løgmansskrivstovuni og tey vórðu ikki nevnd í nýggjársrøðuni

- Vit kundu hugsað okkum størri áhuga frá løgmansskrivstovuni.

Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu, MBF.

Hon vísir á, at nógv er hent á brekøkinum. Men ábyrgdin at breiða tilmælini frá ST frá ST út til føroyingar, liggur hjá løgmansskrivstovuni.

 

- Í nýggjársrøðuni hjá Føroya løgmanni kann tað undra, at einki av øllum hesum frambrotum innan brekøkið, sum fevnir um fleiri túsund føroyingar, var tikið við í røðuni, sigur hon.

Hennara ynski fyri 2015 er, at vit vera ídnari at flyta okkum úr føgru orðunum um brekøkið, til ítøkiligu broytingarnar, sum muna.

 

Les eisini: Gott nýggjár við atkomuligari 2015 visjón

 

Hon vísir á, at 2014 var eitt hendingaríkt ár fyri MBF. Ein av stóru hendingunum var frágreiðingin í samband við ST sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek

Í tveimum umførum var MBF í ST, og hevur nú á fyrsta sinni hildið røðu fyri ST nevndini.

- Í september komu tilmælini úr ST og Almannaráðið, Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið hav a verið áhugað í teimum og á hesum málsøkjunum síggja vit ítøkiligar broytingar.

Men í MBF kundu tey hugsa sær størri áhuga frá løgmansskrivstovuni, tí uppgávan at breiða út tilmælini til føroyingar, sum ST nevndin mælir at seta í verk, liggur har.

 

Eitt, tey mæla til, er at endaligu tilmælini verða send tinglimum og landsstýri, starvsfólki í ráðunum, limum í viðkomandi fakbólkum og fjølmiðlum, til viðgerar.

MBF mælir eisini til, at tilmælini verða send feløgum, sum eru óheft politiskt, limafeløgunum hjá fólki, ið bera brek, og teimum, ið bera brek og familjum teirra, til viðgerar.

- Hetta skal vera á føroyskum, teknmáli og í atkomuligum sniði á heimasíðuni hjá Føroya Landsstýri um mannarættindi. Enn liggur hon á heimasíðuni á enskum fakmáli, og hetta er ørkymlandi, sigur Tóra við Keldu.

 

Hon heldur eisini, at tað er hugvekjandi, at Løgmansskrivstovan hevur álagt Almannaráðnum at hava eftirlitið við ST sáttmálanum.

- Hví vil Løgmansskrivstovan ikki eiga eftirlitið, spyr hon.

 

Tóra við Keldu staðfestir eisini, at frambrot eru hend hetta seinasta árið.

- Nýggj sending í Kringvarpinum er tekstað, arbeitt er byrjað at víðka um miðnámsskúlatilboðini, byrjað er at gera eina yvirskipaða ætlan fyri brekøkið og eisini er nógv hent á bústaðarøkinum.

 

- Avtalan um fylgjaraskipan er eitt nýbrot, tí hon tryggjar fólki, ið bera brek, javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað.

- Í fyrstu atløgu eru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevnir um. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.