Torbjørn og Høgni villleiða

Aksel V. Johannesen, heilsumálaráðharri
_________



Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal bóru fram ávikavist tann 3. januar í Útvarpi Føroya og tann 4. januar í Sjónvarpi Føroya, at Heilsutrygdin ikki er samhaldsføst. Báðir føra teir fram, at skipanin onga fígging hevur eftir 1. januar 2012. Hetta er ikki rætt.

Skipanin er samhaldsføst
Útgjaldið úr Heilsutrygd verður munandi meira samhaldsfast enn eftir gomlu skipanini. M.a. er ein heilt nýggj skipan fyri heilivágstilskot partur av nýggju lógini. Heilivágstilskot verður nú latið eftir einum progressivum leisti, soleiðis at borgarar, sum brúka nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið brúka lítið av heilivági.
Eisini er ásett hámark fyri, hvussu nógv borgarar skulu gjalda í egingjaldi fyri heilivág. Ung undir 18 ár og eldri yvir 67 ár koma sambært nýggju lógini ongantíð at gjalda meira enn 1.195 krónur um árið fyri heilivág. Hjá teimum í aldrinum 18 til 67 ár er egingjaldsmarkið 1.600 krónur um árið.
Grundreglan handan hesar broytingar er tann, at tað ikki eigur at verða ein fíggjarligur smeitur fyri tey, ið vegna sjúku hava tørv á nógvum ella kostnaðarmiklum heilivági.

Sjúkrakassagjaldið er tikið av
Fram til 1. januar høvdu vit 11 sjúkrakassar í Føroyum, sum hvør í sínum lagi ásettu sítt egna sjúkrakassagjald. Gjaldið var rættiliga ymiskt frá sjúkrakassa til sjúkrakassa. T.d. var mánaðarliga gjaldið í Fuglafjarða sjúkrakassa einans 175 kr., meðan tað í t.d. Sandoyar sjúkrakassa var heilar 310 kr.
Hetta er nú broytt til eina meira samhaldsfasta inngjaldsskipan. Næstu tvey árini fara øll at rinda sama gjald, uttan mun til, um borgarin býr í einum av teimum sterkaru ella einum av teimum veikaru økjunum í landinum.
Við lógini um Heilsutrygd er sjúkrakassagjaldið eisini tikið av frá 1. januar 2012. Tað framgongur greitt í lógartekstinum, sum eitt næstan einmælt løgting hevur samtykt, at sjúkrakassagjaldið fellur burtur tann 1. januar 2012 og verður flutt inn á samhaldsføstu landsskattafíggingina, har breiðastu herðarnar fara at bera lutfalsliga meira.

Gjaldið yvir skattin í 2012
Tað er ikki rætt, sum bæði Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen bera fram, at lógin ikki ásetur, hvat skal henda eftir henda dag. Tað framgongur greitt av bæði lógartekstinum og viðmerkingunum til lógina, at gjaldið verður tikið inn yvir skattin frá og við 1. januar 2012.
Tað er rætt, at tað ikki framgongur av lógini um Heilsutrygd, um ella hvussu hetta skal takast inn yvir skattin til ta tíð. Tílíkar ásetingar hoyra heldur ikki heima í eini lóg um Heilsutrygd. Heilsutrygdin lóggevur um stuðul til heilusveitingar. Hvussu okkara skattalóggáva skal verða samanskrúvað, er eitt skatta/fíggjarmál og ikki eitt heilsumál, og hvørki kann ella eigur hetta at verða regulerað í eini lóg um Heilsutrygd. Tað vita royndir politikarar sum Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal fullvæl, og tí eru teirra útsagnir ikki annað enn gykl og villleiðing.
Mett verður, at sjúkrakassagjaldið fer at geva landskassanum eina inntøku á 104 mió. kr. í 2010. Tá sjúkrakassagjaldið fellur burtur tann 1. januar 2012, missir landskassin hesa inntøku.
Tað er altíð neyðugt at føra ein fíggjarligan ábyrgdarfullan politikk, ikki minst í hesum tíðum, tí eri eg samdur við Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen í, at neyðugt verður at broyta skattastigan í skattalógini til ta tíð, soleiðis at landskassin fær tær mistu 104 milliónirnar í sjúkrakassagjaldi meira inn á samhaldsføstu landskattafíggingini. Eg ivist onga løtu í, at allir flokkar eru so mikið ábyrgdarfullir, at teir fara at taka undir við teimum neyðugu tillagingum í skattalógini, sum mugu gerast til ta tíð.
Tað munar tó lítið at taka sjúkrakassagjaldið inn yvir skattin í 2012, um Tjóðveldi samstundis fær sína vilja og minkar ríkisveitingina við umleið 120 mió. um árið tey næstu fimm árini til hon er heilt burtur í ár 2014.
Hoyvík, tann 4. januar 2010