TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Tórð Thomsen, málverja hjá B36, sum mátti av vøllinum við skaða, tá B36 tapti 0-1 ímóti Skála í dag.
Um skaðan sigur Tórður Thomsen, at hann væntar ikki, at tað gongur drúgv tíð, so er hann í gongd aftur.
Um tapið ímóti Skála sigur Tórður Thomsen: - Tað er menniskjaligt at feila. Tórður staðfestir, at B36 hevði ein verri dag í dag, har alt ov lítið riggaði hjá teimum. Hann heldur heldur ikki, at B36 hevði neyðuga hepnið við sær frammanfyri málinum hjá Skála.
Tórður Thomsen er tó ikki bleikur at geva Skála rós fyri teirra stríðshugaða avrik, sum bar teimum sigurin í dag.