Uppstilling
Tordur Niclasen verður verandi í Miðflokkinum, og Lasse Klein er als ikki uppi í politikki. Báðir avsanna, at teir skulu vera bidnir at stilla upp á sjálvstýrislistanum í Eysturoy til fólkatings- og løgtingsvalini, sum standa fyri.
Í Eysturoynni ganga tveir fyrrverandi løgtingsmenn, sum á einhvønn hátt eru vorðnir gott samtaluevni hjá fólki, nú rok er í Sjálvstýrisflokkinum. Lasse Klein er fyrrverandi løgting- og landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin, meðan Tordur Niclasen hevur umboðað bæði Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin á tingi og í landsstýrinum. Um báðar verður gitt, at teir skulu stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi valini. Men báðir avsanna, at soleiðis er.
Tordur Niclasen, sigur, at hann hevur verið á fyrsta uppstillingarfundi hjá Miðflokkinum í samband við løgtingsvalið. Men hann er ikki biðin um at stilla upp og hevur heldur onga støðu tikið til, um hann fer at gera tað.
?Men eitt er púra greitt, sigur hann, at fari eg at stilla uppaftur, verður tað fyri Miðflokkin. Hasar søgurnar um, at eg skal fara upp í Sjálvstýrisflokkin, hava einki upp á seg.
Eisini veðrur gitt, at fyrrveraandi sjálvstýrismaðurin, Lasse Klein, fer at stilla upp aftur fyri Sjálvstýrisflokkin, eftir at hann seinast stillaði upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin, sum ikki fekk umboð á tingi.
Men Lasse Klein sigur stutt, at hann er farin burtur úr politikki, og í løtuni ongar sum helst ítøkiligar ætlanir hevur um at byrja aftur.