Torfør uppgáva

Tað má metast ein ótakksom uppgáva at venja rumenska liðið, sum einaferð taldist millum heimsins bestu, men rumenski venjarin, Cezar Paul Nica, er tó farin undir uppgávuna við góðum treysti

Landsdystir


Hóast rumenski venjarin, Cezar Paul Nica, ikki dugir nakað av enskum ella øðrum, sum fyri okkum føroyingar er skiljandi, so eydnaðist okkum kortini at fáa eina samrøðu í lag.

Ioana Rápa var jú sjálvsagt i høllini, og við hjálp frá henni gekk upp á stást at spyrja venjaran, hvat hann helt um teir báðar dystirnar, sum lið hansara nú hevur leikt móti Føroyum

- Eg haldi, at vit fingu tveir góðar dystir, sum vit kunnu fáa góða nyttu av í komandi dystunum. Vit kendu einki til tykkara lið ella land undan dystinum, men krotini haldi eg, at eg kenn ikki annað enn vera nøgdur. Eg var undan seinna dystinum eitt sindur bangin um, at mínir leikarar fóru at taka sær av løttum, men tað gjørdu teir tíbetur ikki.


Tit eiga eitt gott lið

Var hann nøgdur um avrikið hjá sínum, so var rumenski venjarin eisini nøgdur um mótstøðuna, sum hann hevði fingið á ferðini.

- Eg haldi ikki, at dystirnir vóru ov lættir fyri okkum, og heldir ikki ov torførir. Tit spæla eitt sindur øðrvísi, vit eru vanir við, og kanska var tað eitt sindur hart, tí vit ongan kunnleika høvdu til tykkum,

- Um føroyska liðið vil eg siga, at tit hava eitt gott og ungt lið, og við eitt siondur av venjing kunnu tit fáa góð úrslit víðari í kappingin. Eisini hava tit nakrar góðar einstaklingar, so liið er spennandi. Flennandi leggur Paul Nica afturat, at hann ynskir føroyska landsliðnum sera góða eydnu í komandi dystunum.


Byggja nýtt

Sum kunnugt, so taldist Rumenia fyri nøkrum árum síðani millum sterkastu lond í heiminum. Í dag er støðan ein onnur, og í løtuni verður eitt nýtt landslið bygt upp. Hvussu langt heldur rumenski venjarin, at teir eru komnir áleiðis í hesum arbeiði.

- Sum tú sjálvur sigur, so hava vit í løtuni eitt heldur ungt og órutinerað lið.

- Tíverri má eg siga, at rumenska kappingini ikki er so sterk, at leikararnir alla tíðina fáa nóg nógva mótstøðu. Vit hava eisini leikarar uttanlands, men trupult er ofta at savna hesar, og tí hava vit valt, at landsliðið nú fyrst og fremst skal byggjast á leikarar úr heimligu kappingini.

- Sjálvandi ynskja vit, at vit aftur verða at síggja í heimselituni, men tað verður sera trupult.

- Fyrsta stigið er at koma til HM í 2002, og fyrsta stigið hava vit tikið í kvøld. Nú hava vit so fýra strævnar dystir eftir. Tað verður trupult, tí bæði Sveis og Litava hava sterk lið, men mín vón er so, at vit megna at spæla okkum í endaspælið, sigur rumenski venjarin at enda, áðrenn vit takka honum fyri prátið og Ioanu fyri hjálpina.