Svenska stórheitstíðin í altjóða hondbólti frá 1990 til 2002, sum gav 13 heiðursmerki á rað, verður torfør at endurtaka. Í Eysturríki tapti Svøríki allar tríggjar innleiðandi dystirnar í EM-endaspælinum. Núverandi landsliðsvenjarin, Staffan Olsson, sum var við tey gyltu árini, er tó bjartskygdur: – Fáa vit góða breidd aftur á liðnum við fleiri altjóða sterkum spælarum, fáa vit eisini úrslitini, sigur hann.