Torir tú at taka fyrstu sproytuna?

Vit hava spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur.

 

Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur? Um ja - hví? Um nei - hví?

Joel Undir Leitinum, 48 ár:

- Svarið er ja. Eg hevði latið meg koppsett, og tað haldi eg, at vit hava skyldu til.

Fyllir spurningurin um møgulig hjáárin nakað?

- Nei, hann fyllir einki, sigur Joel Undir Leitinum.

##med2##

Johannes Jensen, 58 ár:

- Nei, eg fari ikki. Eg havi havt koronu og havi andevni móti virusinum. Sannlíkt eri eg ikki millum tey, sum gerast álvarsliga sjúk av koronu.

##med3##

Sverri Láadal, 78 ár:

- Ja, eg fari at lata meg koppseta. Tá læknar siga, at hetta er ein fyrimunur, serliga hjá eldri fólki, geri eg tað eisini. Eg hevði einki havt ímóti at verið fyrstur, um so var. Eg havi siglt kring knøttin og havi fingið koppsetingar fyri bæði eitt og annað, og eg veit einki um nøkur hjáárin yvirhøvur.

Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin, har fleiri fólk - bæði yngri og eldri, kend og minni kend - svara spurninginum.