Torkil við frálíkum úrsliti

Einans ein súkklari í heimsflokki súkklaði framvið føroyinginum í evstu løtu.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, gjørdi av álvara um seg, tá ið fjórði teinur av norsku súkklukappingini, Tour des Fjords, varð súkklaður í Rogalandi í Noregi í dag.

 

30 kilometrar vóru súkklaðir av dagsins teini, tá ið tað eydnaðist Torkili at koma í útbrot saman við tveimum øðrum. Teir samstarvaðu væl og megnaðu næstan at halda munin til málstrikuna.

 

Stutt áðrenn málstrikuna var Torkil einsamallur, men varð yvirhálaður av kenda súkklaranum, Edvald Boasson Hagen, sum áður hevur súkklað við stórliðnum Team Sky, og er greiður favorittur at vinna Tour des Fjords.

 

Torkil kom næstur um málstrikuna, eitt sekund aftanfyri Edvald Boasson Hagen og tvey sekund frammanfyri feltið. Eftir mikla stríðið og eitt annað pláss fingu vit orðið á Torkil eftir teinin í dag.

 

- Sjálvandi var hetta harmiligt og eitt sindur skuffandi, tá ið man er so tætt við, men tað er tó nógv tað besta úrslitið eg havi gjørt, so eg eri eisini ógvuliga glaður, sigur Torkil Veyhe við in.fo.

 

Umframt at hann súkklaði seg til fimm sokallað UCI-stig og gjørdi góða lýsing burturúr sær sjálvum og liðnum ColoQuick-CULT, so hevur Torkil betrað um samlaðu støðuna, har hann nú er nummar 17, 2:41 aftanfyri oddamannin Dries van Gestel.

 

Ein teinur er eftir at súkkla, og hann verður súkklaður í morgin.