Torleif skal velja Lennart ella Annfinn

Skráin yvir bólkaspælið verður send feløgunum í hesi vikuni, og hjá kvinnunum verður talan um cup kapping

Sambært yvirlitið, sum tað leygardagin varð drigið eftir til kappingina um løgmanssteypið, verður finalan sunnudagin 2. juli. Tá plagar løgmaður at vera gestur hjá formanninum í Fótbóltssambandinum. Í fjør var tað Anfinn Kallsberg, sum var gestur hjá gamla klassafelaganum hjá sær, Torleifi Sigurðsson.

Í løtuni sær tað út til, at møguleiki verður fyri endurtøku frá í fjør. Men sjálvsagt kann nógv broytast. Eitt er orðatakið og veruleikin í, um vit hava lív og heilsuna.

Eitt annað er, um Anfinn Kallsberg framvegis verður løgmaður, tá fyrsti sunnudagurin í juli upprennur. Í politikki er altíð møguleiki fyri, at ein stjórnarleiðari skal fáa ta lagnuna, sum Torleif Sigurðsson fekk í fyrstu atløgu á aðalfundinum leygardagin. Í politiska lívinum hevði ein misálitisváttan á stjórnarleiðaran havt við sær, at øll stjórnin hevði lagt frá sær. Um nevndin í FSF hevði tikið somu avleiðingar, um formaðurin hevði lagt frá sær, varð ikki staðfest leygardagin.

Ein annar spurningur er, um bossurin í Fótbóltssambandinum verður heima, tá løgmaður kemur í Gundadal. Tí sama dag, sum finalan verður í Gundadali, verður finalan í EM kappingini, sum verður í Hollandi og Belgia.

Formaðurin og aðalskrivarin í FSF plaga at vera til staðar við slík høvi, tí tá skipar UEFA fyri fundum fyri leiðararnar í europeisku fótbóltssambondunum. Fundarvirksemið plagar at vera liðugt ein ella tveir dagar undan finaluni, og uttan at vit hava hoyrt meiri um hetta, so ditta vit okkum at rokna við, at formaðurin í FSF fer at vera komin aftur í Gundadal, tá steypafinalan verður. Tað vil siga, at hann fer at hava Anfinn Kalsberg undir liðini í Gundadali ístaðin fyri saman við Lennart Johanson, formanni í UEFA, at hyggja at EM-finaluni.


Lutakastið

Innleiðandi umfarið í steypakappingini verður spælt á grækarismessu, 12. mars. Tá verða hesir dystirnir: ÍF?AB, Royn?Skáli, LÍF?Fram og TB?EB/Streymur.

Í fyrsta umfarinum, sum verður 19. mars, hevur vinnarin Royn/Skáli heimavøll móti vinnaranum av ÍF/AB (dystur 5), og vinnarin av TB/EB/Streymur hevur heimavøll móti vinnaranum av LÍF/Fram (dystur 6).

Tað verður farið undir bólkaspælið 26. mars, og teir tríggir bólkarnir verða mannaðir soleiðis:

Bólkur 1: VB, NSÍ, Sumba og KÍ.

Bólkur 2: vinnarin av dysti 6, B68, B71 og B36.

Bólkur 3: vinnarin av dysti 5, FS Vágar, HB og GÍ.

Fjórðingsfinalurnar verða sunnudagin 21. mai (hetta er sunnudagurin aftaná at dýri biðjudagur hevur verið fríggjadag. Tá verður eitt umfar í landskappingini). Hálvfinalurnar verða 1. juni og 12. juni, og finalan verður sunnudagin 2. juli.

Av FSF skrivstovuni verður upplýst, at teir longu í dag ella í morgin fara at senda feløgunum skrá yvir, hvussu dystirnir í bólkaumfarinum skulu spælast.


Kvinnukappingin

Í fjør varð gjørt av at skipa steypakappingina hjá kvinnum sum cup kapping. Tað vil siga, at kvinnurnar kappaðust ikki í bólkum í fjør. Kappingin verður eisini í ár cup kapping allan vegin.

Í fyrsta umfarinum verður spælt soleiðis: GÍ?B71 (1), AB?Skáli (2), Sumba?EB/Steymur (3). Fyrsta umfarið verður spælt 2. apríl.

Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: VB?vinnari 2, B36?vinnari 3, HB?NSÍ og KÍ?vinnari 1. Fjórðingsfinalurnar verða 9. apríl.

Hálvfinalurnar verða 16. og 20. apríl, og sambært yvirlitið frá FSF verður finalan leygardagin 1. juli. Í fjør var finalan sama dag, sum finalan um løgmanssteypið varð spæld.