At kolvetni verða funnin so tætt upp at føroyska markinum kann fáa stóran týdning fyri leitingina við Føroyar. Hetta sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum við Rás2. Hann staðfestir, at Tornado er eitt av trimum fundum gjørd eru seinastu árini, sum liggja rættiliga tætt upp at markinum. Tornado er bert tríggjar fjórðingar frá markinum. Eitt sindur longur norðari liggur Cambo, sum gongur enn tættari upp at markinum. Og norðan fyri Cambo liggur so Rosebank, sum er 8 fjórðingar frá markinum. Bæði í sambandi við Cambo og Rosebank hava verið gitingar frammi um, at tey kunnu ganga inn á føroyskt øki. Men tað fáa vit ikki váttað hvørki frá Amerada Hess og Chevron, sum eru fyritøðufeløg. Eiheldur frá Jarðfeingi.
Stjórin í Faroe Petroleum heldur tað hevur týdning fyri leitingina við Føroyar, at fund verða gjørd í bretskum øki, so tætt upp at føroyska landgrunninum. –Tað kann nevniliga siga okkum nakað jarðfrøðina her eisini, og so kann tað eisini vera tað trekkplásturið, sum skal til fyri at fáa altjóða oljufeløg at vísa Føroyaøkinum ans.
Nils Sørensen er sera spentur um komandi boringina á landgrunninum í apríl. Tá verður borað á Anne Marie leitimiðinum, sum er bert 15 fjórðingar frá Cambokelduni. Um Tornado vísir seg at vera rakstrarverdugt og at kolvetni verða funnin í Anne Mariebrunninum eisini, so verður tað ein endurreisn fyri gamla “Gullhornið”, økið, har oljufeløgini boraðu fyrstu brunnarnar á landgrunninum men har teir flestu vórðu turrir.
-Hyggja vit eftir einum korti yvir fund og framleiðslur av olju og gassi í øll hesum økinum, so byrja vit so smátt at hóma eina nýggja oljuprovins, sum Føroyar helst eisini verða partur av sigur stjórin í Faroe Petroleum.