Tornini við landsenda (II) hevur ferðast víða

Scillyoyggjarnar. Oyggjar og vitar útfyri Lendsenda. Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggjarnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting. Luttøka føroyinga í róðri í gig er broytt í framtíðini og øll fleiri kunnu nú kappast um at manna føroysku gigina

Dagfinn Olsen


Sicillyoyggjarnar. Í fyrra partinum varð sagt frá um føroyska ferðalagið, sum um mánaðarskiftið apríl/maj vitjaði á oyggjunum, fyri at fylgja føroysku manningunum, sum róðu í gig.

Eisini varð koið nakað inn á sjálvar oyggjarnar, søgu og landslag

Hjá føroyingi er tað heldur enn ikki himligt at seta seg í lítið flogfar og síggja oyggjar í havsbrúnni. Tað er bra tað, at flogfarið er minni, enn á ferðum til Føroya. Eisini eru oyggjrnar minni. Og so er veðrið so nógv betri, ella í hvussu er heitari.


Sum í tropunum

Føroyingar syngja um tropurnar. Stórt meira kunnu vit ikki gera, tí peningaposin skal vera rættiliga tungur, áðrenn ein ferðast alla tað logu leið til tropiskt veðurlag.

At sunnasti parturin av Onglandi hevur tropiskt veðurlag, kemur ikki mongum til hugs.

Útfyri Landsend liggja Scillyoyggjarnar.

Navnið Scilly sigst koma av Sulli. Sun Isles. Ella á føroyskum sól oyggjar.

Veðurlagoð er rættilga støðugt og ikki eru broytingarnar serliga stórar tær ymsu æárstíðirnar, bert eini 9 stig.

Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggjarnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting.

Hóast tað kann tykjast løgið, so er tað í veruleikanum so, at hesar vøkru sóloyggjar útfyri Landsenda, liggja nærum líka sunnalaga, sum t.d. París.

Landafrøðiliga eru oyggjarnar ein røð av granitt toppum. Tilfarið er øðrvísi, enn tað á meginlandinum við Landsenda. Tað er hvítari og bleytari.

Sandur er eisini fram við landi, so hugmyndin um baði strond fær lív.

Veðurlagið ger tað liviligt hjá blómum og fgli og bæði fuglafrøðingar og tey, ið hava áhuga fyri blómum, kunnu fáa nógv burturúr. Serstakliga er tað plantulívið, ið kann taka sjálvt leikmanninun av fótum. Bara tað at síggja pálmar og aðrar tropiskar palntur flytir ferðamanninun í huganum langt burtur frá norðurlendskum strondum.


Tropiskur aldingarður

Umframt at hava góð livilíkindi fyri plantulívi, so er eisini áhugavert at vitja í Tresco Garden. Har eru alskins blómur og vøkstur at síggja og uppliva. Tað sigst, at gomul siðvenja var, at sjómenn tóku plantur heim við sær av langvegis ferðum.

Tað var Augustus Smith, sum grundlegði garðin, stutt eftir at hann kom til oyggjarnar í 1834.

Umframt planturnar, so kann ein eisini síggja leivdirnar av Old Abbey. Leivdirnar av einum Benedictinara klostri. Mett verður, at munkar setturt niður har millum 1042 og 1066.

Søgan um oyggjarnar er merkt av skipsvrakum, sum greitt frá í fyrra parti, og eisini í Tresco Garden eru leivdir av skipum, millum annað kanónir og skipsfigurar, ið hava verið framman stavn á sørri seglskipum.

Tresco Garden er ein stuttlig søga og so savgjørt ein áhugaverd og minnilig uppliving.


Broyting í róðrinum

Gig. Soleiðis nevnast bátarnir. Sum greitt frá seinast, byrjaði kappróðrur í gig, tá menn kappaðust um at veera fyrstir úti hjá skipum, sum teir kundu vera losur hjá.

Veruliga góð før vórðu ikki ment, fyrr enn í seinnu helvt av 19. øld. Framvið vesturstrond Onglands sóu skjótir árabátar dagsins ljós og Peters of Mawes bygdi sína fyrstu gig í 1790.

Ein gig hevur seks árar og hevði ikki loyvi at hava meira, tí so hevði hon verið av skjót fyri myndugleikararnar í góðu gomlu smuglaradøgunum.

Kring Scillyoyggjarnar liggja mong skipsvrak á havsins botni. Umframt at vera losar, so kom meira enn so fyri, at menn m´ttu vága lív fyri at bjarga skipum, manning og farmi. Eisini her kom gigin inn í myndina og vísti seg at rigga sera væl.

Mangar eru søgurnar um slíkar hendingar. Í 1910 vóru aftur boð eftir gigum. Skipið Minnehaha kfór til botns. Umborð vóru 243 oksar, ið v?oru blakaðir á bláman, har gigirnar síðani gjørdu fast og sleiðau til lands. Ein av gigunum var Czar.

Í róðrinum, sum føroyingar í ár luttóku í, var ein gig, ið bar hetta navn. Um ta er ein og sama gig, skal ikki staðfestast her, men ein sannroynd er tað, at mangar av gigunum eru sera haldgóðar og gamlar.

Hvussu leikur fer komandi árini viðvíkjandi føroyskari luttøku í róðri í gig, vil tíðin vísa. Róðrarsambandið skal í framtíðini taka sær av at samskipa árligu luttøkuna, og ikki oljufeløgini, ið fingu hetta í lag. tey vera tó framvegis høvuðsstuðul.

Stóra broytingin er, at nú eru fleiri, iðkappast um at manna føroysku gigina á Scillyoyggjunum og kvinnurnar fáa nú eisini sæítt sjálvsagda pláss.

Tá ein uppá eitt stutt vikuskiftið ferðast við flogfari heilar 8 ferðir og verður so ríkiliga mettaður við upplivingum, so er tað ikki lætt at seta orð á al tað, ið ein sum væl nøgdur ferðamaður vil, at onnur eisini skulu fáa lut í.Víst er tað, at føroyingar eiga at taka seg saman í ferðalag, sum í framtíðini ferðast til Scillyoyggjarnar, tá føroyingar rógva har.

Lættast er at gera eina roynd at greiða frá, vísa myndir, um ein hevur nakarar, og annars staðfesta gomlu orðini um, at til tíðir orð eru fátøk.


Ein gig hevur seks árar og hevði ikki loyvi at hava meira, tí so hevði hon verið av skjót fyri myndugleikararnar í góðu gomlu smuglaradøgunum.


Bara tað at síggja pálmar og aðrar tropiskar palntur flytir ferðamanninun í huganum langt burtur frá norðurlendskum strondum.ið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.