Torontorørslan spælir við eld

Um Toronto-rørslan ikki ansar sær, kann hon gerast ein brúgv hjá ymsum ranglærum og trúarvillingum



Toronto-rørslan spælir við eld í dupultum týdningi og á ein hátt, sum lætt kann gerast guðsspottan.

So avgjørdur er danski professarin í guðfrøði við Unirversitetið í Århus, Johannes Aagaard. Hann er eisini er leiðari á Dialogcentret í Århus, sum kannar nýátrúnarligar rørslur.

»Tá vit tala um eld,« sigur Johannes Aagaard, »tala vit um eld Heilaga andans. Og fyri honum falla vit fram eftir rommum, meðan Toronto fólkini falla afturyvir.«

Og tað er púra ómotiverað, tá fólk missa skilið á hesum møtunum, sigur leiðarin á Dialogcentret í Århus, Johannes Aagaard. Fólk flenna og gráta, detta ella láta sum kríatúrini, uttan at vita, hví tey gera tað.

Tú skalt ikki spæla við eld Heilaga andans, sigur Johannes Aagaard.

»Eg ivist í, um Toronto fólkini yvirhøvur eru greið yvir, hvat tey eru farin í holt við, og hvørjar kreftir tey spæla við,« sigur hann.

Eins og aðrir, sum atfinningarsamt hava kannað Toronto-rørsluna, sigur Johannes Aagaard, at tað er vandamikið, tá fólk fara at byggja sína trúgv á tað, sum eygað sær, og ikki á tað, Orðið sigur okkum.


Trúgvin er ósjónlig

Tað er eingin ivi um, at tað eru nógv sonn rætt-trúgvandi kristin fólk í Torontorørsluni eisini, sigur Johannes Aagaard, professari. Men tey kunnu skjótt verða misnýtt av fólki, sum ikki tekur tað so tungt, hvussu tey fara við trúnni.

Og ganga tey eftir Bíbliuni, sum er Guðs orð, vita tey, at tað er ikki neyðugt við upplivingum fyri at trúgva.

Í Hebrearabrævinum, 11. kapitli, fyrsta ørindi, stendur stutt og greitt um trúnna:

»Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.«


Lívsins Orð

Ein av samkomunum, sum stendur sum innbjóðari til Torontofundirnar í Havn, er Lívsins Orð.

Johannes Aagaard, leiðari á Dialogcentret í Århus, ávarar Toronto-rørsluna í móti at hava nakað við samkomuna Lívsins Orð, ella aðrar samkomur, sum sprotnar eru úr hesi rørslu, at gera.

Hetta eru ekstremt karismatiskar rørslur, sum alla tíðina royna at trongja seg inn í aðrar samkomur, sigur hann.

»Lívsins Orð er ranglæra, sum farin er um alt mark,« sigur Johannes Aagaard.

Tað er greið guðsspottan, tá ein rørsla lærir, at um tú trýrt á tað, vit læra, verður tú ongantíð sjúkur. Og trýrt tú veruliga rætt, verður tú ríkur og fært materiella framgongd í lívinum.


Andi sál og likam

Lívsins Orð ella »Framgongdarteologiin«, sum rørslan eisini verður nevnd, er ein samanhangandi skipan.

Menniskjað er greinað sum »ein andi, sum hevur sál og býr í einum likami.«

Talan er um skilnað millum likam og sál øðrumegin og menniskjansligan anda hinumegin. Andin er identitetur menniskjunnar.

Rørslan lærir, at menniskjað hevur ikki bert møguleika, men rætt til framgongd og vælstand á øllum lívsins økjum.

Men tað eru ávísar forðingar í andaheiminum, sum mugu fáast av vegnum fyrst.

Og hesar forðingar eru íkomnar orsakað av Djevlinum og andum hansara, sum eru veruliga grundin til sjúku, neyð, vesældóm, líðing og afturgongd.

Um tú kemur við onkrum skilagóðum frágreiðingum um, hví hetta kann vera so, verða tær doyvdar niður.


Ivi um kristnitrúgv

Ósemja er um, hvørt Framgongdarsamkomurnar eiga pláss millum kristnar samkomur yvirhøvur. Og mangir atfinnarar vísa á, at samkomurnar hoyra til uttan fyri tað, sum við nøkrum sum helst rætti kann nevnast kristnar samkomur.

Teir vísa á, at læran um, at trúgvin tryggjar ríkidømi og framgongd, er órímilig. Hon kann snøgt sagt ikki sameinast við fleiri støð í Nýggja Testamenti.

Til dømis Lukas 6,20-26; 9,23 f; 14,26 ff, sum nevnir »krossteologiina«. Og uttan hana verður Kristnitrúgvin grunnskygd og følsk.

»So um fólk ikki vara seg fyri Lívsins Orði, kunnu tey skjótt gerast ein brúgv til falslæru,« sigur Johannes Aagaard, professari.