Fyri trimum vikum síðani skrivaðu vit her á in.fo, atkvinnur vóru sera undirumboðaðar á føroysku festivalunum í summar.
Millum annað vísti okkara uppteljing, at Tórsfest onga kvinnu hevur á skránni í ár.
Høvuðsnøvnini eru Rasmus Seebach og Nic Kershaw. Eisini spæla millum annað Hedegaard, Marius, Hamradun og Frændur.
Aftaná Kringvarpið nú hevur tikið hetta upp við eitt nú at tosa við Javnstøðunevndina, hevur Tórsfest reagerað við hesum boðum á Facebook:
– Tað hevur verið nógv umrøða um ójøvnu kynsumboðanina á Tórsfest 2024. Vit ásanna, at hettar er ikki nóg gott.
– Vit taka fegin ímóti øllum góðum hugskotum, ráðum og atfinningum, og hetta verður tikið við, tá vit eftirmeta Tórsfest 2024.
– Vit hava longu bílagt kvinnuligar tónleikarar til Tórsfest 2025.
LES EISINI: Nógv fleiri menn enn kvinnur á festivalunum í summar