Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon. Fyri viku síðani lat tilmeldingin aftur, og tá vóru útivið 700 rennarar og gongufólk tilmeldað.
Tey gera tað í Reykjavík, Berlin og New York – tey renna marathon í býnum. Kring allan heimin savnast tey um marathonrenningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Havn. Hetta er 23. árið á rað, at runnið verður við Tórshavn Marathon, og øll eru boðin við. Renningin verður skotin í gongd í Vágsbotni kl. 13.00, og tað er Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, sum fer at halda setanarrøðu. Saman við fólki frá Bragdinum, verður síðan talt niður til stóra startskotið.
##med2##
EITT STÓRT TILTAK
Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak, og á hvørjum ári koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Rennarar út 34 ymiskum londum leita sær til Havnar sunnudagin. Ítróttarfelagið Bragdið, sum stendur fyri stóra rennitiltakinum, hevur í nærum eitt ár fyrireikað seg uppá henda stóra dagin. Nógv fólk eru í sving og nógvar eru uppgávurnar. Omanfyri 100 sjálvboðin hjálparfólk, sum øll hava hvør sína uppgávu, bæði á sjálvum degnum og mánaðarnar frammanundan, eru til arbeiðis.
Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, ið renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.
Gongufólkini byrja í Kaldbak. Tey verða koyrd í bussum av farstøðini kl 12:30 og byrja at ganga úr Kaldbak kl 13. Hendan gongurutan hevur verið brúkt seinastu 2 árini, og hevur víst seg at rigga sera væl. Tey, sum ikki hætta sær undir longru teinarnar, kunnu renna bæði 5,5 ella 10 km kring býin.
EIN RENNIVEITSLA
Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at 1. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og eisini við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaði okkara. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á stóra tiltakið. Teir súkkla við fremstu rennararnum og súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum. Vónandi fara nógv fólk at stuðla teimum, sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.
KUNNING UM VEGIR O.A.
Startskotið til Tórshavn Marathon er í Vágsbotni, og ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak. Fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Meira kunning um stongdar vegir sæst á heimaðsíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Chip er í startnummarinum hjá rennarunum, so rennitúrurin verður skrásettur við millumtíðum, og vit fáa fylgt við einstøku rennarunum. Fylg við í renningini her: https://my.raceresult.com/294902Startnummur kunnu heintast í SMS fríggjadagin 30. mai frá kl. 12 til 19 og leygardagin 31. mai frá kl. 10 til 18.
Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon.
Vit gleða okkum til stóra rennidagin, og tit eru vælkomin við út á gøturnar.