Býráðslimir í Havn vilja nú hava fleiri vakmyndatól ymsastaðni á almennum støðum í Havnini. Hetta er eitt mál Tórshavnar Býráð hevur arbeitt við áður, men tá bara tað ikki á mál. Men nú hevur býráðið tikið málið upp aftur við landsmyndugleikarnar í eini roynd at finna eina loysn.
Tey siga, at hetta er fyri at bøta um trygdina. Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað eru fleiri dømi um harðskap, har vakmyndatól høvdu hjálpt løgregluni munandi. Seinasta dømi var seinasta vikuskifti, tá ið ein 77 ára gamal maður varð álopin best sum hann gekk og samlaði fløskur.
Fólk skulu kunna ganga á gøtuni uttan at stúra fyri at verða álopin, um tað so er fyri at samla fløskur, ella hvat tað er, siga tey í býráðnum. Fólk skulu føla seg trygg á gøtuni í Havn, siga býráðslimir. Og tey siga eisini, at verður eitt mál um harðskap, eru vakmyndatól eitt sera hent amboð hjá løgregluni í arbeiðnum at uppklára málini, tí ofta sæst harðskapurin á vakmynatólum.
Býráðslimir vísa á, at vakmyndatól er í øllum býum í Evropa og tað er tí at tað bøtir um trygdina. Heðin Mortensen, borgarstóri sigur, at hetta er eitt mál, tey hava tikið upp við myndugleikarnar. Hann sigur, at tey eru í holt við at gera eitt uppskot um vakmyndatól og tað gera tey saman við fútanum og so verður farið til myndugleikarnar fyri at fáa tær neyðugu heimilidirnar.
Hann heldur ikki, at vakmyndatól er nakað at óttast. Tað eru vakmyndatól í hvørjari kiosk og á hvørjari bensinstøð og í hvørjum handli. Hann ivast ikki í, at tað er fyribyrgjandi. Hann nevnir eitt dømi, at fyri nøkrum árum síðani varð herverk javnan framt á nakrar standmyndir í Havn. Býráðið fekk loyvi at seta vakmyndatól upp við standmyndirnar, og so var friður.
– Vakmyndatól eru ikki fyri at sneyta hvør er í býnum og hvørjum tey fylgjast við. Tað er bara løgreglan sum sær tey og men tey hava tagnarskyldu. Og løgreglan hyggur ikki at nøkrum myndum fyrr enn eitt mál um harðskap tekur seg upp. Annars verða tey slettað automatiskt eftir einum degi, ella tveimum. Fari eg eftir havnargøtum við kenning, er tað eingin, sum leggur merki til tað á vakmyndatólunum, legði borgarstjórin skemtiliga afturat.
Hann sigur, at tað eru nøkur serlig støð, har hann heldur, at vakmyndatólk høvdu gjørt stóra nyttu. Hann hugsar um Klubbagarðin, Káta Hornið, Steinatún, og kanska onkra aðrastaðni við.
Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at hetta er eisini ein spurningur um rættvísiskensluna hjá fólki. Rættvísiskenslan er rættiliga grundleggjandi og tí hevur tað stóran týdning, bæði fyri samgfelagið, men ikki minst fyri offrið, at tey, sum hava framt eina ógerð ímóti einum øðrum, verða revsað fyri tað, sigur Bjørg Dam.