Menninir í Tórshavnar Manskóri spíla seg rættliga út nú um dagarnar
Leygardagin verður nýggj fløga í handlunum, sunnudagin hava teir konsert í Norðurlandahúsinum, og annan sunnudag byrjar 8 daga sangferð til baltisku londini.
Tórshavnar Manskór
á fløgu
16 sangir eru á fløguni, sum kórið nú gevur út í samstarvi við plátufelagið Arena Music. Sungið verður á føroyskum, íslendskum, donskum og enskum málið, og í skránni eru m.a. fosturlandssangir, kvæði, sálmar og negro spirutuals.
Tórshavnar Manskór
í Norðurlandahúsinum
Í sambandi við at fløgan kemur út og sum fyrireiking til komandi sangferð verður skipað fyri konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 9. november kl. 16.00.
Kórið fer at framføra fleiri av sangunum á fløguni og aðrar sangir, sum settir eru á skránna í sambandi við ferðina. Solistar verða Gunnhild Andreasen, Andreas Reinert, Karl Martin Samuelsen, Heri Kragesteen, Úlvur við Høgadalsá og Magnus Hansen.
Á konsertini luttekur eisini Tórshavnar Kamartrio við Berghild Poulsen, Bjarna Berg og Árna Hansen. Tey fara at framføra verk eftir Schubert.
Tórshavnar Manskór
á Baltalondum
Nú baltisk mentunarvika verður í Føroyum í døgunum 17. til 22. í hesum, er í samstarvi við Norðurlandahúsið skipað so fyri, at Tórshavnar Manskór um somu stund vitjar tey trý baltalondini: Estland, Letland og Litava. Kórið fer at hava konsertir í teimum trimum høvuðsstøðunum og byrjað verður týskvøldið 18. í Vilnius í Litava. Mikukvøldið verður so konsert í Riga í Letlandi, og seinni í vikuni verður kórið tvær ferðir á palli í estiska høvuðsstaðnum Tallinn. Somu solistar, sum verða á konsertini nú sunnudagin, verða við á ferðini.
Til ferðina er gjørd stór skrá á enskum máli, har m.a. verður greitt frá kórinum, og har fleiri føroyskar fyritøkur nýta høvi at gera vart við seg. Tórshavnar Manskór takkar teimum og øðrum stuðlum mangar ferðir.
Tórshavnar Manskór
Postsmoga 233, FR-110 Tórshavn
Kórleiðari: Bjarni Restorff 16143
Nevndin: Petur Nielsen 17046
Jón Kragesteen 10449
Magnus Hansen 17980