Tórsvøll og samkynt á politiskum fundi

Áhoyrararnir vóru ungfólk undir útbúgving og 10. flokkur á Venjingarskúlanum, men politikararnir fingu ikki sín boðskap rættiliga fram, kanska tí teir tosa annað mál enn tey ungu

Tað er ikki torført at skilja, hví ungfólk ikki eru stórvegis áhugað í tí, sum fer fram á politiska vígvøllinum. Tað er ofta turrislig og keðilig tala, sum verður borðreitt við.

Á politiska fundinum á Læraraskúlanum mikudagin vóru allir flokkar umboðaðir, undantikið Verkamannafylkingin, sum ongantíð kom fram.

Nógv ungfólk vóru komin at hoyra, hvat flokkarnir høvdu at siga. Hetta vóru ungfólk sum ganga á Læraraskúla og Háskúla, sjúkrasystranæmingar, pedagognæmingar og næmingar á Fróðskaparsetrinum.

Fyrireikararnir høvdu skipað eina skrá, sum skuldi fáa politikararnar at gera skjótt av. Tað gekk eisini kvikliga at fáa framløgurnar frá hondini, og síðan sluppu áhoyrarnir framat við sínum spurningum.


Blokstuðul og um samkynt giftast

10. flokkur vildi vita, hví vit fáa blokstuðul, og hvat hann varð nýttur til?

Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum svaraði. Hann fór lættliga um spurningin hví og til hvat stuðulin verður brúktur, og fór síðan til uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at kapitalisera blokkin.

Vistu næmingarir í 10. flokki ikki stórvegis um blokstuðulsskipanina, so skiltu teir helst einki av tí, sum varð sagt.

Síðani varð spurt um nær Tórsvøllurin kemur, og í sama umfari, um samkynt skuldu sleppa at giftast í Føroyum.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum svaraði, at hann ikki hevði bílagt Tórsvøllin, og at hann einki visti um hetta mál. Harnæst fór hann til spurningin um tey samkyntu: ­ Bíblian ávarar móti at fólk liva sum samkynt og giftast, segði Bill Justinussen og legði aftrat, at Miðflokkurin var ímóti slíkum.

Bjarti Thomsen í KrF svaraði spurninginum við at siga, at tað var ónátúrligt í okkara verð at vera samkyntur. Hann helt eisini, at samkynt byggja onki samfelag, tí tey ikki fáa børn.


Rættartrygdin eigur

at vera fyri øll

Bergur P. Dam í Javnaðarflokkinum svaraði at samkynt kundu gera ein sáttmála, um tey gjørdu av at liva saman.

Hann helt at Bill Justinussen og Bjarti Thomsen kundu hava sína hugsan um hetta, men at tað eisini var ein politiskur spurningur, hvussu fólk skuldu liva saman, við eitt nú at tryggja seg við einum sáttmála sínamillum. Hann helt, at øll fólk í samfelagnum mugu hava somu rættartrygd.

Gunnar Nattestad í Sambandsflokkinum segði, at tað at liva sum samkynt, ikki kundi góðtakast.

Umframt hesar álvarsligu, men heldur óvanligu spurningar hjá politikarum at taka støðu til, vóru eisini tey stóru málini sum loysing og ríkisfelagsskapur, fyri ella imóti blokstuðli, og orðaskifti millum flokkarnar um hvat var rætt og skeivt út frá flokspolitisku sjónarmiðunum o.s.fr..

Tað var tó skilligt at tey ungu fegin vildu hava svarað nøkrum spurningum, men eisini, at politikarar ikki duga so væl at greiða frá, tá talan er um mál, sum eru eitt sindur øðrvísi enn tey, sum politikarar vanliga fáa til uppgávu at svara.