Tos um tunnlar

Nógv tos var um tunlar í Løgtinginum í dag

 

 Fyrst var tosað um tunnil til Fámjins.

 

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurdi Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um ætlanir eru gjørdar um tunnil til Fámjins.

 

Hendrik Old boðaði frá  tí, sum løgmaður hevur sagt í lesarabrævi, at sparingar mugu verða gjørdar á løgusíðuni so at búskapurin ikki yvirhitar.

 

-Tí mugu vit royna at halda okkum til gjørdu samferðsluætlanina.

 

Jacob Vestergaard legði tó ikki fingrarnar ímillum, at hann helt, at tað tekur ov langa tíð at gera tað eftir hesi ætlan.

 

Eisini var tosað um tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, sum Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, spurdi Hendrik Old um.

 

Hendrik Old segði seg arbeiða eftir tí semjuni, ið varð gjørd á sinni og eftir henni skal tunnilin verða gjørdur í 2021-24.

 

Nógvur áhugi var ímillum politikarar í norðara øki um akkurát hesum tunlinum, og Jákup Mikkelsen nýtti høvi til at vísa á ein tunnil til Svínoyar