Tosa um ábyrgd og við kvinnur

Hetta vikuskiftið fær Keldan í Skálafirði vitjan av hjúnunum Erik og Hildu Bedsvaag. Møtir verða hildin frá fríggjakvøldi til sunnudag.

Leygarmorgunin verður eitt serstakt kvinnumøti, har Hilda ynskir at tosa við føroyskar kvinnur.

Sagt verður um hana, at hon hevur nógv uppá hjartað til kvinnuna. Hon gav herfyri út eina bók, sum umtalar kvinnuna burturav, og tí hevur hon nógv at siga frá.

Samstundis við hetta tiltakið kemur Lydia Petersen úr Klaksvík at vitja. Hon er litráðgevi og kemur at geva kvinnunum ráð um sniðskap og litir.

Seinnapartin leygardagin verður fundur, har Erik fer at tosa um leiðslu. Við hetta høvið ynskir hann at hitta fólk innan leiðslu og ábyrgd fyri tænastum í samkomum kring landið.

Vitjanin endar sunnudagin kl. 17, tá Erik Bedsvaag talar við eitt møti í samkomuni.