Tosaðu í telefon og koyrdu ov skjótt

Úr samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni seinasta samdøgrið frættist um tríggjar bilførarar, sum eru skrivaðir fyri at hava tosað í fartelefon, meðan teir koyrdu bil. Tað kostar teimum 1.000 krónur í bót umframt eitt klipp í koyrikortið.

Løgreglan hevur eisini skrivað tveir bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Hetta var á Streymoynni, og í báðum førum kostaði tað bilførarunum eina bót.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.