Meðan prísurin á hýsu er fallin við umleið einari helvt síðan fyrstu sølurnar á Fiskamarknaði Føroya í ár, hevur toskur framvegis hampiligan prís, tó at prísurin er fallin nakað.
Í byrjanini av árinum var miðalprísurin á toski 1 heilar 26,64 krónur fyri kilo, og toskur 2 fór fyri 23,30. Við ársbyrjan fingu toskur 3 og 4 miðalprísin 20,59 og 18,17 krónur fyri kilo.
Hetta vóru tó alt lutfalsliga smáar nøgdir, eini 23 tons tilsamans.
Hyggja vit eftir søluni, sum var á Fiskamarknaði Føroya í morgun, fekk toskur 1 miðalprísin 20,50 og toskur 2 19,45 krónur fyri kilo. Toskur 3 og 4 fóru fyri miðalprísin 17,45 og 13,44 krónur fyri kilo.
Prísirnir á uppboðssøluni siga okkum, at toskurin hevur hildið prísin so nøkulunda síðan ársbyrjan, tó at miðalprísurin er fallin nakað. Verri er við hýsuni, sum er fallin umleið eina helvt í prísi síðan ársbyrjan.
Í mongun vórðu umleið 22 tons av hýsu seld á Fiskamarknaði Føroya. Hýsa 1 fekk besta miðalprísin, sum var 13,79 krónur fyri kilo. Hýsa 2 og 3 fóru fyri ávikavist 11,53 og 12,43 krónur í miðal fyri kilo.