Tottenham blandar seg aftur í oddin

Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár er Tottenham Hotspur aftur farið at blanda seg við teimum fremstu. Tottenham liggur í løtuni væl fyri at vinna sær sæti í Champions League fyri fyrstu ferð nakrantíð, men ringasti kappingarneytin Arsenal liggur beint í hølunum

Premier League

Ein sovandi risi í enskum fótbólti er farin at rakna við aftur. Fyri 10-15 árum síðani varð tosað um "fýra tey stóru", ið sipaði til fýra tey størstu feløgini í Onglandi. Hesi vóru Manchester United, Liverpool, Arsenal og Tottenham.
Síðani er nógv vatn runnið í ánna, og Tottenham hevur seinastu mongu árini ikki verið at rokna millum tey stóru feløgini í Onglandi. Men nú bendir okkurt á, at hetta er við at broytast. Tottenham er nevniliga fyri fyrstu ferð í longri tíð farið at blanda seg í kappingina um tey lukrativu plássini í Champions League.
Og sum landið liggur í løtuni kann framgongdin hjá Tottenham raka Arsenal meint. Tað ger sjálvsagt bert gleðina størri á White Hart Lane, um høvi samstundis er at eyðmýkja Arsenal. Tottenham liggur í løtuni fimm stig frammanfyri Arsenal, og tíggju dystir eru eftir at leika. Arvafíggindarnir møtast á triðseinasta leikdegi á Highbury, og tað kann væl gerast ein altavgerandi lagnudystur.

Jol vendi gongdini
Hóast Tottenham hevur klárað seg ómetaliga illa í steypakappingunum, hava avrikini í landskappingini verið framúr góð, og tað hevur við sær, at Tottenham nú er við, har sum tað er stuttligt at vera - nevniliga við í kappingini um plássini í Champions League.
Tað var ikki nógv, ið bendi á, at Tottenham skuldi vera millum oddafiskarnar í ár, tá liðið í september tapti 1-0 fyri aðrudeildarliðnum Grimsby í Carling Cup, men hesir spádómarnir hava verið gjørdir til skammar.
Seinastu árini hevur Tottenham borið heitið "bleyt millumvøra", og um hugt verður at stigatalvunum verður hetta uppáhald eisini prógvað.
Men í ár er liðið mestsum hamskift, og við róðrið stendur hollendingurin Martin Jol, ið tók við starvinum í november 2004.

Evropeiskur bygnaður
Á sumri í 2004 valdu nýggju eigararnir at broyta bygnaðin í felagnum, so at tað fór at virka eftir kontinentalum leisti. Danin Frank Arnesen kom úr PSV Eindhoven, og hann skuldi sum ítróttarstjóri taka sær av keypi og sølu av leikarum. Fransmaðurin Jaques Santini gjørdist høvuðsvenjari, og at hjálpa sær hevði hann hollendingin Martin Jol.
At taka sær av kropsligu venjingini setti nýggja leiðslan tveir venjarar, ið áður høvdu verið knýttir at tí bretska OL-hópinum í frælsum ítrótti. Nýggju eigararnir kollveltu snøgt sagt felagið frá botni, og tað hevur eftir øllum at døma givið bonus.
Síðani eru bæði Frank Arnesen og Jaques Santini farnir úr felagnum, men kollveltingin hevur jú tað við at eta síni egnu børn. Arnesen varð lokkaður av teimum mongu milliónunum í Chelsea, og Santini fekk durafjórðingin vegna vantandi úrslit.
Endin var, at Martin Jol tók við sum høvuðsvenjari, og hann hevur megnað at vent gondini í felagnum, ið annars hevur havt ilt við at fóta sær seinastu árini. Við Martin Jol í venjarasessinum var Tottenham við í kappingini um evropeisk pláss til seinasta leikdag, men tap fyri Middlesbrough sendi Spurs niður á eitt níggjunda pláss, ið var eitt stórt vónbrot.

Eitt sterkt lið
Martin Jol hevur megnað at bygt eitt sterkt lið upp við fleiri ungum leikarum, og Tottenham hevur harumframt fleiri leikarar á enska landsliðnum.
Í álopinum hevur Mido úr Egyptalandi verið serliga vandamikil, og hann er eisini toppskjútti hjá Tottenham við tíggju málum í landskappingini. Við sína lið hevur hann Robbie Keane, ið hevur fingið átta mál, og hann hevur eisini júst longt sáttmálan við felagið.
Í álopinum hevur Jol ein positivan trupulleika, tí Jermain Defoe hevur sitið nógv á bonkinum í ár, hóast hann eins og Keane hevur fingið átta mál.
Á miðvøllinum hevur Jol fingið ein góðan fong í veteraninum Edgar Davids, ið kom úr Juventus. Davids hevur givið Tottenham nakað av tyngt á miðvøllinum, og hann hevur eisini fingið flest gul kort í Premier League í ár.
Tottenham hevur eisini aðrar sterkar miðvallarar so sum Jermain Jenas og Michael Carrick, ið báðir eru ungir leikarar.
Í aftastu ketuni hevur Ledley King veruliga tikið ábyrgd saman við tí unga Micheal Dawson og suðurkoreanaranum Young-Pyo Lee.
Málverjin Paul Robinson kom úr Leeds, og hann hevur eisini spælt seg til eitt fast pláss á enska landsliðnum.
Eingin ivi er um, at Tottenham hevur ment seg við risastórum fetum seinasta árið, men spurningurin er, um hópurin megnar at varðveita stríðsandan til seinasta leikdag. Enn eru tíggju dystir eftir, og Arsenal er beint í hølunum.