Oddabrakið millum Tottenham og Manchester United á White Hart Lane í London byrjar klokkan 17.30 í morgin. Stórur spenningur er um dystin. Tottenham hevur 12 stig og Manchester United hevur 9 stig. Bæði liðini hava spælt fýra dystir í Premier League.
Fjepparafelagið hjá Tottenham í Føroyum ger væl burturúr. Og í morgin klokkan 17.15 fara Spurs-fjepparnir at møtast í bowlinghøllini á Hálsi í Havn, har høvið eisini verður at tekna seg sum lim í Tottenham Føroyar.
Dysturin millum Tottenham og Manchester United sæst á Televarpinum, bæði á Kanal 5 og á Canal+ Sport1.