Stóra AS Roma-legendan, italski Francesco Totti, sum síðani 1992 hevur spælt 601 dystir, og hevur skotið 248 mál fyri AS Roma heldur litið um, at argentinski áleyparin, Gonzalo Higuaín er farin úr Napoli til Juventus fyri eina upphædd, sum svarar til umleið 680 miljónir krónur í okkara peningi. Talan er um ein methandil í italsku Seriu A, og tað eru bara Real Madrid spælararnir, Gareth Bale og Cristiano Ronaldo, sum hava kostað meir enn Gonzalo Higuaín.
- Fótbóltsspælarar eru sum nomadar í dag. Teir hugsa meir um pengar, enn um kærleikan til felagið teir spæla fyri. Tað eru ikki nógvir fótbóltsspælarar í dag, sum fylgja hjarta sínum. Um eg bara hevði hugsað um pengar, so var eg farin úr AS Roma fyri 10 árum síðani. Men fyri mær eru kenslurnar fyri AS Roma týdningarmiklari enn pengar, sigur Francesco Totti við heimasíðuna "Football-Italia".
Totti fær fullan stuðul frá argentinsku fótbóltslegenduni, Diego Maradona. Maradona vann sjálvur tvey meistaraheiti við Napoli, og hann dylur ikki hvat hann heldur um søluna av landsmanninum, Gonzalo Higuaín: - Sølan av Gonzalo Higuaín særir meg, tí hann fer til ein beinleiðis kappingarneyta, sum Juventus. Ein spælari hevur ábyrgdina av sær sjálvum, men hetta handlar um forrætningar, og at fáa mest møguligt av peningi. Eingin hugsar longur um viðhaldsfólkini, skrivar Diego Maradona á sínum Facebook-vanga, sambært Sky Sports News.