Danski dansibólkurin Toy-Box skal í kvøld undirhalda á dansistaðnum Rex í Havn. Toy-Box var nógv frammi um aldarsskiftið, tá ið Eurodance tónleikurin hevði tað gott á hitlistunum.
Kendastu sangirnir hjá bólkinum vóru Tarzan And Jane og Sailor Man. Nú kemur Toy-Box so til Føroya fyri fyrstu ferð at undirhalda.
Hetta vikuskiftið vitjar Toy-box í Føroyum, og umframt at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi,spæla tey eisini á dansistaðnum Rex í kvøld. Har hava tey grýludans í sambandi føstulávint.