Toyggja seg við teyggju

The Faroes Parhership hevur latið Fróðskaparsetri Føroya eina framkomna telduteyggju, sum fer at geva Fróðskaparsetrinum máttmikla roknimegi

TEYGGJA

Í hesum verkfalstíðum er tað gott, at tað enn ber til at fáa eina telduteyggju.
Faroes Partnership og Fróðskaparsetur Føroya bjóðaðu hósmorgunin til tíðindafund í sambandi við, at Fróðskaparsetrið fekk eina spildur nýggja linux teyggju frá Faroes Partnership.
Hvat er ein telduteyggja?
?Eins og við einari fiskateyggju, so verða fleiri prosessarir settir saman og møguleiki er fyri at leggja fleiri aftur, sigur Hans Pauli Joensen, leiðari á Nattúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Á enskum verður hetta rópt computer-cluster ella bert cluster.
Superteldur og herundir teldu-teyggjur verða nýttar, tá ið tørvur er á serliga stórari roknimegi. Her kann nevnast viðgerð av seismikki og viðgerð av torgreiddum støddfrøðiligum myndlum. Eisini innan ílegu granskingina er tørvur á slíkari roknikraft. Ein fyrimunur við einari teldu-teyggju framum eina superteldu er, at hon er bíligari og at hon kann útbyggjast eftir tørvi við at knýta fleiri teldur í teyggjuna.
Samlaða verkætlanin hevur fingið játtað 1,2 mió. kr. Higartil eru 400.000 kr. nýttar til útgerð.
Í løtuni eru fólk á Fróðskaparsetri Føroya á skeiðið fyri at læra at nýta skipanini. Øll eru samd um, at teyggjan gevur nýggjar møguleikar, sum fer at geva nógv størri møguleikar.
Hans Pauli Joensen kallaði teyggjuna fyri eina stórfingna gávu, og hann fegnaðist um samstarvið við oljufeløgini, ið hevur verið til at menna Fróðskaparsetur Føroya.
? Teyggjan, sum Náttúruvísindadeildin nú hevur fingið, er uppbygd av 5 teldum, sum allar hava 2 x 2.8 GHz pentium-4 xeon processara og koyra Linux stýriskipan. Til at stýra Teyggjuni er fingið til vega eitt forrit frá norska felagnum Scali, sum hevur serkunnleika í uppseting og stýring av teyggjum. Til dømis kann nevnast, at ein teyggja er sett upp hjá oljufelagnum SaudiAramco, sum er samansett av tilsamans 910 teldu-eindum (computing nodes). Teyggjan hjá Náttúruvísindadeildini er sett upp í hølunum hjá P/F Føroya Data Savn, sum fer at hava umsitingina av Teyggjuni um hendi. Atgongd til Teyggjuna verður umvegis internetið, skrivar The Faroes Partnership í tíðindaskrivi.
Faroes Partnership letur teyggjuni sum part av førleikamenningini sum eitt av oljusamtøkunum, ið leitar eftir olju undir Føroyum. Amerada Hess, BG, DONG og Atlantic Petroleum eru feløgini í samtakinum The Faroes Partnership.