Útoyggjafelagið rósar SL

Útoyggjafelagið hevur verið við til at gjørt nýggju ferðaætlanina millum Kalsoynna og Klaksvík, og felagið er væl nøgt við framferðarháttin hjá Strandferðsluni

Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt uppskot um, hvussu ferðaætlanin millum Kalsoynna og Klaksvíkina skal vera, tá ið nýggja ferjulegan á Syðradali verður tikin í nýtslu eftir ársskiftið.
Uppskotið um ferðaætlan er sent út til hoyringar, og tað hevur fingið borgarstjórarnar í Mikladali og í Klaksvík at heita á landsstýrismannin við samferðslumálum um at tryggja farleiðin fleiri pengar, so at kvøldtúrar kunnu gerast partur av ferðaætlanini.
Stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, segði seg í gjár standa eitt sindur spyrjandi, tí Strandferðslan hevur nevniliga gjørt sær stóran ómak við at fáa ynski hjá kallsoyningum við í ferðaætlanina og hevur eisini samstarvað við Útoyggjafelagið um hetta.

Fyrimyndarligt samstarv
Hetta váttar Útoyggjafelagið eisini í einum tíðindaskrivi, sum tað sendi fjølmiðlunum mánakvøldið.
? Útoyggjafelagið hevur í fyrimyndarligum samstarvi við samferðsludeildina hjá Strandferðsluni arbeitt við at gera eina ferðaætlan fyri siglingina hjá Sam, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.
? Úrslitið bleiv, at SL kundi bjóða kalsoyingum fimm túrar hvønn gerandisdag, umframt tveir túrar, har tað verður beinleiðis samband til Leirvíkar. Í vikuskiftinum verða tríggir túrar um dagin, har báturin kemur at í Kalsoynni á túrinum Klaksvík - Lorvík - Klaksvík. Hetta er stórt framstig, í mun til teir tríggjar túrarnar um dagin, sum nú er, heldur Útoyggjafelagið.

Fjøldin er nøgd
Útoyggjafelagið staðfestir, at nýggja ferðaætlanin ikki ger øllum til vildar, men tað eru orsøkir til avmarkingarnar.
? Tað eru verkligar forðingar, sum í fleiri førum gera, at tað millum annað ikki er beinleiðis samband við bussrutu í Leirvík, umframt trupulleikar á morgni við at náa fyrsta túrin hjá Dúgvuni.
? Manningaskipanin hevur eisini við sær, at ikki ber til at gera ein túr seint á kvøldi uttan munandi eykakostnað, sum SL ikki hevur at ráða yvir í løtuni. Hetta er at harmast um, men allir steinar eru vendir fyri at laga hetta so væl til sum gjørligt.
? Samanumtikið kann staðfestast, at fjøldin í Kalsoynni er væl nøgd við ferðaætlanina, og starvsfólkini á SL, sum hava arbeitt við hesum, eiga rós uppiborið fyri teirra sera fólkaræðiliga arbeiðshátt, sigur Útoyggjafelagið.