Í juni 2009 verður 52 ára gamli Akio Toyoda stjóri í Toyota. Við Akio Toyoda fær Toyota aftur ein í Toyoda familjuni í stjórasessin. Tað var abbi hansara, Kiichiro Toyoda, sum byrjaði at framleiða bilar í 30-unum.
Nú skal so abbasonurin stýra fyritøkuni, sum í dag er heimsins størsti bilframleiðari, gjøgnum kreppuna á altjóða bilamarknaðinum.
Eins og allir aðrir bilframleiðarar hava Toyota eisini havt stórt fall í søluni av bilum, og roknað verður við, at í hesum roknskaparárinum fær Toyota sítt fyrsta rakstrarundirskot í 70 ár.
Hóast Toyoda-familjan bert eigur tvey prosent av Toyota-konsernini, hevur familjan framvegis stóra ávirkan.
Seinast ein Toyoda sat í leiðsluni í Toyota var frá 1981 til 1992, tá pápi Akio Toyoda var stjóri í konsernini