Toyota Dyna, ið eru kendir sum slitsterkir og haldgóðir arbeiðsbilar, eru nú afturíaftur komnir og taka upp kappingina á marknaðinum. Teir verða gjørdir í ymiskum útgávum og støddum til fleiri ymisk endamál.
P/F Maria Poulsen í Havn fekk tann fyrsta nýggja Dyna við Ferrari-krana, sum Reyni Service eisini umboða. Bilurin skal brúkast til at koyra hitaútgerð á arbeiðsplássini hjá rørleggjarunum. Kranin er væl egnaður til at lyfta ketlar o.t.
Talan er um ein Dyna L75.38 við 4,6 litur D-4D commomrail turbo dieselmotori við intercoolara og 147 hk. Standard útgerðin er t.d. ABS bremsuskipan, el-rútar, digitalur ferðskrivari, sentrallás og startsperra. Rattið kann stillast bæði í hædd og longd.