Hóast talan er um ein heilt nýggjan bil, er Toyota Land Cruiser ikki so nógv broyttur í útsjónd í mun til forgangaran. Hetta kemst av, at Land Cruiser hevur sín egna identitet og skal helst síggja út sum ein Land Cruisari.
Ein bilur sum kostar yvir eina millión krónur, má vera nakað heilt serligt. Tað er Land Cruiser eisini. Fyri tað fyrsta er Land Cruiser ein rættuliga stórur bilur, næstan 5 metrar langur, 2 metrar breiður, yvir 1,90 m høgur og vigar næstan 3 tons. Hann er ein ektaður ”off roadari”, 7-persónabilur, stationcar og ein luksusflótari. Alt í einum bili.
Kappingarneytarnir hjá Land Cruiser eru bilar sum t.d. Mercedes-Benz GL 450, Audi Q7 og Range Rover TDV8.
Fyri at kunna hava eina meining um ein slíkan bil, má hann upplivast. Hann er so framkomin og so gjøgnumførdur allan vegin ígjøgnum. Tað sum er “prikkurin yvir i-num” í hesum bilinum er V8 dieselmotorurin við 286 hk og einum botntrekki upp á ikki minni enn 650 Nm við 1.600 til 2.800 snún/min. Bilurin er sera kvikur bilur í mun til vektina. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,2 sekund, hóast hann vigar 2.725 kg.
Annars hevur bilurin alla hugsandi útgerð hvat viðvíkur komforti og trygd sum t.d. 14 airbag ymsastaðni í bilinum og trygdarskipanir at til koyring uttan fyri vanliga koyrivegin sum t.d. »Hill Start Assist control« og »Downhill Assist contol«.
Undirvognurin er sera framkomin og kann stillast eftir koyriumstøðunum. Hann hevur luftfjaðraskipan, sum ger at bilførarin kann broyta fríhæddina eftir egnum ynski og stilla inn á Sport ella Comfort alt eftir sum tað passar við koyrumstøðurnar. Við miðal fríhædd og stillað á Comfort eru koyrieginleikarnir sum í einum luksus sedan.
Fyri at kunna hava eina meining um ein slíkan bil, má hann upplivast. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service á Hjalla.