Toyota nýggjheitir í Klaksvík

Leygardagin 16. mai verður opið hús hjá Reyni Service í Klaksvík í sambandi við at tvey nýggj Toyota modell eru komin á marknaðin, minibilurin Toyota iQ og nýggjasta modellið av Toyota Avensis.

Toyota iQ er ein minibilur, sum er minni enn 3 metrar langur. Talan er um tann minsta minibilin til fýra persónar á marknaðinum. Bilurin verður gjørdur bæði sum bensin og diesel.


Nýggur Toyota Avensis er eisini komin á marknaðin. Talan er um triðju generatión av Avensis, sum er ein sera týðandi bilur hjá Toyota og ein av teirra mest seldu bilum.


Bilarnir, sum verða sýndir fram í Klaksvík, eru Toyota iQ við bensinmotori og Avensis í bæði bensin og dieselútgávum sum sedan og staioncar. Toyota iQ kostar úr 165.850 og Avensis kostar úr 258.850. Bæði Toyota iQ og Avensis fingu fimm stjørnur í evropeisku EuroNCAP-krasjtestunum.


Opið verður frá kl. 10-16 leygardagin hjá Reyni Service í Klingrugarði í Klaksvík.