Trý avboð til landsliðið

Fýra spælarar, sum vórðu við í hópinum hjá Føroyum til EM-dystin ímóti Fraklandi leygardagin, verða ikki við í Ukreina mikukvøldið.

Súni Olsen er leikbannaður eftir gult kort, Fróði Benjaminsen hevur givið avboð av persónligum orsøkum, Herbert í Lon Jacobsen er sjúkur, og Hans Pauli Samuelsen hevur fyribils takkað fyri seg á landsliðnum, eftir at hann ikki slapp á vøllin í dystinum ímóti Fraklandi leygardagin.

Fyri hesar hevur Jógvan Martin Olsen sent boð eftir Hanus Thorleifsson úr B36 og Tem Hansen úr Lyngby.