Eyðun, Terji og Kim leggja út fríggjakvøldið, meðan Jens Marni loysir Kim av kvøldið eftir
Nakrir av okkara avgjørt bestu sangarum borðreiða við kendum løgum í REX um vikuskiftið. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen spæla fríggjakvøldið, og hetta er fyrstu ferð, at teir trína á pall saman í REX.
Leygarkvøldið fer ein lítil útskifting fram, har yngru kreftirnar eisini sleppa framat. Jens Marni Hansen kemur inn fyri Kim Hansen, og mann hetta neyvan toga góðskuna niður í seinna hálvleiki, ið verður leygarkvøldið.