Trý í einum triðja í triðja

Leygarkvøldið verður høvið at hoyra 3 av okkara fremstu tónleikabólkum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

The Dreams, Boys in a Band og Marius spæla leygarkvøldið 3. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru bólkarnir, ið skipa fyri konsertini í samstarvi við Føroya Undirhalds Tónleikarafelag.
The Dreams verða flognir heim við Atlantic Airways til kvøldið í Mentanarhúsinun, har teir fara at spæla upp til orkumikla punk konsert.
Stjørnuskotini í Boys In A Band, ið júst hava otað seg upp á ovastu rók á 15 teim bestu, fara somuleiðis at framføra teirra sannførandi kovboy rock, ið á planet awards gjørdi bólkin til besta nýggja bólk í Føroyum.
Garvaðu garparnir og GBOB vinnarnarnir í 2005, Marius, hava spælt tað stóra seinastu tíðina. Men fara leygarkvøldið at borðreiða við sínum eyðkenda, sveimandi, progressiva popp/rokki.
Áðrenn, millum og aftaná framførslurnar leggur DJ Knýtil eitt eksplosivt úrval av lurti- og dansivinarligum tónleiki undir geiðslan.
Bussar koyra til tiltakið, og mælt verður til at áhugaði ringja í góðari tíð.
Havn tlf nr: 595959
Klaksvík og Eysturoy tlf nr: 505220