Í dag hevur Statens Seruminstitut í Danmark ávarað ímóti ymsum sløgum av kostískoyti frá Husk. Í hvussu so er onkur av hesum kostískoytunum hevur eisini verið at fáa í Føroyum.
Í síðstu viku varð eisini ávarað ímóti hesum, men nú verður víst á, at støðan er nógv álvarsligari enn enn tað sá út í síðstu viku, tí sama slag salmonella er staðfest hjá fleiri fólkum.
Les meiri um tað her: Ávara um kostískoyti tí vandi er fyri salmonellu
Seruminstituttið sigur tey hava staðfest, at 33 fólk eru sjúk av hesum sama slagnum av salmonella. Trý fólk eru deyð, og harafturat eru 19 fólk innløgd, og summi av teimum liva illa. Felags fyri tey er, at tey hava tikið hetta ávísa kostískoytið. Síðani er tað kannað, og tað er staðfest, at salmonella er í tí.
Seruminstituttið heitir tí á fólk at kanna um tey hava nakað liggjandi av hesum sløgunum av kostískoyti. Heitt verður á fólk um at kanna um tey hava »Naturlægemiddel HUSK Psyllium-frøskaller, kapsler, og »Kosttilskuddet HUSK Psyllium Mavebalance Basic, kapsler«.
Milum annað er talan er um »HUSK Psyllium Mavebalance Basic kapsler, med batch nr. 500784 med udløbsdato 31.05.2023« og um »HUSK Psyllium Mavebalance Basic kapsler batch nr. 505433 med udløbsdato 30.09.2023«
á myndini niðan fyro síggjast annars tey kostískoytini, sum ávarað verður ímóti í dag.
Statens Seruminstitut vísir kortini á, at hóast fólk hava tikið, er vandi fyri salmonella rættiliga lítil og aloftast verða fólk ikki serliga sjúk. Sjúkuteknini vísa seg oftast ein, ella tveir dagar eftir, at ein hevur fingið smittuna, Men verða fólk ikki frísk aftur eftir nøkrum døgum, er frægast at fara til lækna - og sum tað sæst, kann tað eisini ganga heilt illa.