Trý fólk funnin myrd í Danmark

Løgreglan á Fyn váttar, at trý fólk eru funnin myrd í einum húsum í býnum Otterup á Fyn. Sum skilst eru tey skotin.

Ein tíðindamaður hjá TV2, sum er á staðnum, sigur, at teknikarar hjá løgregluni fyrireika seg til at fara inn í húsini at kanna, hvat kann vera hent har.