Konsert
Hóast fólk høvdu tað á orði, at konsertin var avlýst, var hampuliga nógv fólk komið saman at lurta eftir bólkunum.
Væl kend løg
Bólkurin Marius var fyrst á pallinum, og teir royndu seg bara heilt væl. Teir spældu nøkur av teirra væl kendu løgum, og nøkur fólk vóru við uppá tað og dansaðu til hansara góða tónleik serliga vóru tað Paven, Sky is our home og Staight lines, ið vóru væl umtóktir.
Teir spældu sera væl og ljóðgóðskan var eisini frálík.
Teimum dámdi væl at spæla í kvøld. Tað var ordiliga kul hildu teir. Nú er tað eisini so langt síðan teir spældu síðst, so tað var sakin.
Nú í nærmastu framtíð ætla teir at arbeiða við gomlu sangum teirra, og skriva nakrar nýggjar. Eisini ætla teir at spæla inn nakrar demoir nú.
Bløðandi gittarleikari
Síðan spældu The Dreams. Teir vóru komnir heilt úr Danmark fyri at spæla. Hjá teimum gekk eisini heilt væl. Teir spældu nøkur løg, frá fløguni hjá teimum, Tazy. Millum teirra var hittið Sasasasa, og so spældu teir eisini nógv coverløg. Har vóru nógv fólk, sum rockaðu og sungu við til teirra punk musik.
Hjá teimum gekk tað so vilt fyri seg, at guitaristurin Heini G. C. Andersen fór at bløða í fingrunum av sínum guitarspælið.
Tað ljóðaði sera væl.
Teir vóru sera glaðir fyri at vera heima í Føroyum og spæla. Tað var ordiliga feitt søgdu teir. Fólkini vóru mega við uppá tað.
Sera festligt
Aftan á The Dreams, kom tað tey flestu høvdu bíða eftir: Boys In A Band skuldu spæla. Tá komu næstan øll fram at rocka til teirra alternativa indie rock musik.
Tað var sera festligt og fólkinum dámdi tað væl.
Teir spældu við tí vanliga Boys In A Band stílinum, og bæði ljóðið og framførðslan vóru framúrskarandi.
Teir søgdu at tað føldist væl at spæla, men teir hava verið feitari. Áhoyrararnar vóru eisini feitir. Nú ætla teir, at vinna heimin. Til tíðarinar fylling fara teir út í verðina at spæla. Alt mennist, og fyri teir, gevur tað onga meining, at standa í stað.
Alt í alt, var tað ein sera góð konsert, har fólk sóu út til at hava tað sera stuttligt og hugna sær frálíkt.
Vox Pop
Eg spurdi nakrar áhoyrar hvat teimum dámdu kvøldið, og teir svaraðu soleiðis:
Navn:
Ester Kristiansen
Hvat dámdi tær kvøldið?
Heilt forbannað gott.
Hvør bólkur var best?
Boys In A Band
------------------
Navn:
Súsanna Árting
Hvat dámdi tær kvøldið?
Tað rokkaði. Tey burdu gjørt sovorið oftari=)
Hvør bólkur var best?
Alt var genialt
------------
Navn:
Jannie Hammer
Hvat dámdi tær kvøldið?
Hettar er bara for feitt altso. Tað er svagligt.
Hvør bólkur var best?
Boys In A Band eru best í Føroyum
----------------------
Navn:
Gudmar Hansen (Elander keann)
Hvat dámdi tær kvøldið?
Skide feitt
Hvør bólkur var best?
Eg haldi The Dreams rokkar totalt.