Sandnes Ulf, Bryne og Brann vunnu sínar dystir í øðrum umfari í norsku steypakappingini. Florø hjá Patriki Johannesen bleiv sligið út.
Bryne fekk tað mest undrunarverda úrslitið hjá føroysku liðunum, tá teir vunnu 1-0 móti grannunum úr Viking, sum spæla í næst bestu norsku deildini. Bryne spælir í trið bestu norsku deildini. Viking flutti í fjør niður úr bestu deildini og vóru mettir sum favorittar undan dystinum. Men sum tey siga í Noregi, cup er cup, og tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, skoraði Omar Fonstad einasta málið í dystinum og tryggjaði Bryne ein 1-0 sigur. Rógvi Baldvinsson spældi tó ikki hendan dystin.
Sandnes Ulf vann eisini 1-0, móti Vidar. Tá 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki skoraði Kachi fyri Sandnes Ulf. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Sandnes Ulf.
Brann hevði lættastu mótstøðuna, tá liðið spældi móti grannafelagnum Sotra. Brann vann eisini lættliga 4-0, hóast teir spældu seinastu løtuna við 10 monnum, tí ein verjuleikari fekk reytt kort. Gilli Rólantsson byrjaði inni, men tá venjarin valdi at seta tríggjar nýggjar mans inn í hálvleikinum, var føroyingurin ein teirra, sum mátti víkja. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til Brann.
Florø tapti 1-0 móti gamla felagnum hjá Rógva Jacobsen, Hødd. Hóast Hødd spælir í triðbestu norsku deildini, megnaðu teir at basa Florø úr næstbestu deildini. Sigursmálið kom ikki fyrr enn í 119. minutti. Patrik Johannesen er skaddur og spældi tí ikki dystin.
Triðja umfar í norsku steypakappingini verður spælt mikudagin 9. mai.