Tríggir bilførarar tiknir í nátt

Ein hevði kenning og tveir koyrdu ov skjótt

Í nátt hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar.

Mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin útav í Suðuroy. Tá ið løgreglan kom á staðið, var førarin komin úr bilinum, men hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Sostatt varð blóðroynd tikin av honum, og hann er nú skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.

Norðanfyri var løgreglan eisini á ferð við radaranum, og í tí sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Annar koyrdi 79 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, so hann fær klipp í koyrikortið. Hin koyrdi 81 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50, so hann noyðist nú at taka koyrikortið av nýggjum.

Í Eysturoynni fóru nakrir reiðiliga druknir mans til hendurs, og tað endar við, at ein fær eitt skurðsl í pannuna. Men um hann er dottin, ella er sligin, er ikki greitt enn, men tað vónar løgreglan at fáa greiði á, tá ið standurin á teimum er batnaður aftur.