Tríggir bummarar hjá Jørgen Niclasen

Fólkatingsvalið í gjár var ein kat­a­­strofa fyri for­mann Fólk­­a­­floks­­ins, Jørg­­en Nicl­a­­sen. Tað kunnu sjálvandi vera fleiri mein­­ing­­ar um, hví ein floks­­for­­mað­ur fær eitt so ván­a­ligt val í ein­­um flokki, sum kort­ini hev­ur eitt gott val – um­­støð­­u­r­­nar havd­ar í huga.

Men Jørgen Nicl­­a­­sen hev­­­ur tik­ið nakr­ar ikki ser­liga skil­­­­­a­góð­­ar pol­i­t­isk­ar av­gerð­­ir:

Hann legði brádliga frá sær sum utt­­an­­rík­­is­­ráð­­harri 19. januar ár. Hann gav Jacob Vest­er­­gaard upp­gáv­una at vera utt­an­rík­is­ráð­harri um­framt. Hann hevði onga góða grund­­gev­ing fyri síni av­­gerð.

Síðani gjørdi hann av í ap­­ríl at taka Fólka­flokkin úr sam­­gong­­uni. Ein avgerð, sum eft­­ir øll­­um at døma send­ir Fólk­a­­flokk­in á eina oyð­i­mark­­ar­­ferð. Ein avgerð, sum før­ir við sær, at Fólk­a­flokk­ur­in mis­sir fóta­fest­ið – hes­in flokk­­ur­­in, sum síð­ani 1975 hev­­ur sit­­ið í lands­­stýr­i­num í nær­­um 30 ár.
Jóannes Eidesgaard tók eina slíka avgerð fyri Javn­að­ar­­flokk­in í 1996, sum førdi til átta ár í pol­itiskum myrkri.

Tann triði bummarin hjá Jørg­en Nicl­a­sen var at planta søg­ur um Utt­an­rík­is­ráð­ið á Vága­porta­lin. Tað er einki duls­mál, at Jørg­en Nicl­a­sen og Ól­av­ur í Beiti eru sera tætt knýtt­ir. Síð­ani stríð­ið um að­al­stjór­an er Her­luf Sig­vald­son vavd­ur upp í hetta hark­a­lið­ið í Sørvági.

Men bummarin hjá Jørg­en Niclasen var kortini tann, at all­ar hes­ar søg­ur um skil­a­loysi í Utt­an­rík­is­ráð­num, sum eitt nú førdi við sær, at ein til­vild­ar­lig­ur deild­ars­tjóri kundi fara út í býin og brenna eina heila mill­i­ón ­av – bara fyri at brúka peng­ar­nar – eru grund­að­ar á, at einki skil hev­ur ver­ið í leiðsl­uni í Utt­an­rík­is­ráð­num, sum Jørg­en Nicl­a­sen sjálv­ur hevði á­brygd­ina av.

Hetta vísir ein leiðara, sum ikki er ment­ur at leiða.
Veljarar hjá Fólka­flokk­i­num halda hel­d­ur ikki, at Jørg­en Nicl­a­sen er ment­ur at leiða Fólk­a­flokk­in. Tað vístu teir við at kveistra hann niður á fjórða pláss, meðan Annika Olsen varð hevjað upp í allar fremstu røð.