Tríggir endaðu borð um borð

FM í talvi fyri einstaklingar: Tummas Martin Anthoniussen vann 1. bólk

Í landsliðsbólkinum var tað mest sum alla tíðina greitt, at Heini Olsen fór at vinna FM fyri einstaklingar. Men í 1. bólki, sum hesa ferð var ein opin bólkur bara við ellivu luttakarum, var púra opið alla tíðina, og støðan skifti rættuliga nógv.

Ingi Kirke var tann seinasti telvarin, sum misti stig í allari FM kappingini, og í triðja umfarinum vann hann á Sigurði Justinussen, sum endaði millum teir fremstu. Men tað gjørdi Ingi Kirke ikki. Hann tapti bæði í sætta og sjeynda umfari, og tað gjørdist í síðsta enda kostnaðarmikið.

Tummas Martin Anthoniussen, Sigurð Justinussen og Martin Poulsen fingu allir 6,5 stig. Orsaka av mótstøðustigunum endaðu teir í raðfylgjuni, sum er nevnd omanfyri.

Finnbjørn Vang, sum saman við hinum í nevndini hjá Klaksvíkar Talvfelag, fyrireikaði kappingina, fekk 6,0 stig. Hann var annars einsamallur á odda, men í áttanda umfarinum tapti hann við svarta fólkinum móti Sigurði Justinussen.