Hondbóltur
Eftir at steypafinalurnar vórðu avgreiddar um vikuskiftið, verður nú vent aftur til landskappingina, og longu týskvøldið skuldu steypavinnararnir úr Stjørnuni í eldin.
Hetta skuldi vera eftir evstamark okkara, tá tær vitjaðu hjá Kyndli, og lítið er at ivast í, at Stjørnan her hevur lagt seg eftir tveimum stigum.
Tað munnu ávíkavist VÍF og Neistin, sum eru á tríjða og fjórða plássinum á talvuni eisini gera, tá tær mikukvøldið skulu royna seg. VÍF fær tá vitjan av Søljuni, og hóast vágagenturnar hava tikið seg nógv fram í ár, so man VÍF tó gerast ein ov stórur gloypibiti hjá teimum.
Á Skála vitjar Neistin, og heldur ikki her kann roknast við, at stórvegis ivi verður um úrslitið. Neistin fer kanska ikki at røkka heilt inn í heiðursmerkjastríðið, men higartil hava tær tó fingið fult móti teimum trimum niðastu, og tað munnu tær helst eisini ætlað hesaferð.