Tríggir gamlir tónleikarar heiðraðir

Føroya musikkskúlalærarafelag heiðraði í dag trimum av teimum, ið hava verið við til at gera symfoniorkestrið til tað tað er í dag. Alex Sólstein, Bogi Lützen og Kanny Sambleben fingu lógvabrestir og gávur

Í ár eru 25 ár síðan Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn og í hesum sambandi vóru tveir klaksvíksingar, Alex Sólstein og Bogi Lützen, ið vóru við til at fáa fyrstu konsertina upp á beinini, og Kanny Sambleben úr Noreg, ið var annar av stigtakarunum til stovnanina, heiðraðir.

Tað var í sambandi við at Norðurlandahúsið lat upp, at hugskotið til at stovna eitt symfoni orkestur kom. Kanny Sambleben og Magne Synnevåg vóru teir, ið upprunaliga komu við hugskotinum. Magne Synnevåg býr í dag í heimlandinum Noreg. Kanny Sambleben greiddi frá hvussu hugskotið var komið til teirra,

- Norðurlandahúsið var júst latið upp, og tað var eitt upplagt stað at spæla stórar konsertir. Meðan vit koyrdu ein dagin, kom hugskotið til okkum báðar, og vit avgjørdu at royna at finna tónleikarar.


Komið langa leið

Teir báðir Bogi Lützen og Alex Sólstein vórðu heiðrarðir fyri dyggan, trúvan og áhaldandi stuðul til orkesturvirksemið, báðir hava verið við frá tí fyrstu konsertini, ið symfoniorkestrið spældi. Fyrstu konsertina lat Bogi Lützen upp og stjórnaði ein part av.

- Tað hevur verið ein øgilig broyting í orkestrinum, síðan tað var stovnað. Tað er farið frá at vera eitt amatør orkestur, til at vera á heilt høgum støði í dag. Danskir tónleikarar hava verið við til hesa menningina, sigur hann.

Bogi Lützen dirigeraði orkestrinum í nøkur ár, síðan tað hava onnur verið á tí staðnum. Av teimum umleið 77 konsertunum, ið Føroya Symfoniorkestur hevur spælt stjórnaði hann fimm tær fyrstu.

Hann metir, at gjøgnum tíðirnar hevur symfoniorkestrið havt stóran týdning fyri tónleikalívið í Føroyum og fyri lærararnar á musikkskúlanum.

- At lærararnir sleppa at spæla og vera fyrimyndir hjá næmingunum, hevur stóran týdning og er stuttligt fyri teir, tá næmingarnir leggja merki til teir, sigur Bogi Lützen.

Hansara ynski um framtíðina hjá orkestrinum var, at tað skuldi gerast ein partur av arbeiðinum hjá musikkskúlalærarum, soleiðis at teir eru sjálvskrivaðir inn í orkestrið, við starvssetan.