Tríggir ganga aftur frá Hannover brakinum í 2002

Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen og Hjalgrím Elttør eru teir einastu, sum ganga aftur frá hópinum, sum í 2002 var um reppið at fáa eitt stig í Hannover móti Týsklandi. Óvist um nakar gongur aftur á týska liðnum

Løtan stendur føst í minninum hjá øllum, sum vóru á Niedersachsen leikvøllinum í týska býnum Hannover tann 16. oktobur í 2002. Bara fáar minuttir fyri tíð er støðan bara 2-1 til týska fótbóltsrisan, tá Jákup Mikkelsen sparkar bóltin langt frá á vøllin. John Petersen lýpur upp og setur høvdið á. Innskifti Hjalgrím Elttør setur ferð á og rennur framvið týsku verjuni, og gerst leysur móti Oliver Kahn í týska málinum.
Meginparturin av teimum 36.000 áskoðarunum mundu halda ondini, tá ungi klaksvíksingurin setur vinsta fót á bóltin. Ólukku tíð, so støkkur bólturin í ein bøkk. Ein bøkk sum Kári Cool seinni gjørdi upp aftur kendari.
Bólturin hoppar framvið Oliver Kahn og hevur kós móti málinum, men tekur í stongina og sníkjur seg aftur um baklinjuna til málspark.
Nú skulu vit so aftur til Hannover at berjast fyri eina stiginum, sum bøkkurin stjól frá okkum. Leikvøllurin er tann sami, men hevur fyribils skift navn til AWD-Arena. Mótstøðan hevur enn sama navn, Die Deutsche Nationalmannschaft, men manningin er skift út. Týska liðið í 2002 vann um summarið tað árið silvur heiðursmerki í HM kappingini í Japan og Suðurkorea, men so gekk eisini bara ein veg. Niður eftir bakka. Liðið, sum vit møta 7. septembur er eitt úrslit av eini kollvelting í týskum landsliðsfótbólti, sum byrjaði stutt fyri HM í 2006, ið var í Týsklandi.
Síðani tá hevur Týskland vunnið tvey HM bronsuheiðursmerki, eitt EM silvur, umframt at liðið rakk hálvfinaluna í EM, sum var í summar.
Tað er í nógvar mátar eitt betri lið, ið vit skulu møta hesaferð.

Tríggir ganga aftur

Tað var við stórum spenningi, at fótbóltssambandið hevði bjóðað til tíðindafund mánadagin.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, skuldi avdúka hvørjar 19 mans hann hevði tikið út til stóru uppgávuna.
Av teimum 19 eru tríggir, ið ganga aftur frá dystinum í Hannover í 2002. Málverjin Jákup Mikkelsen, sum spældi allan dystin seinast. Fróði Benjaminsen, sum spældi allan dystin á miðvøllinum og órógvaði Michael Ballack so nógv, at hesin ikki vildi býta um troyggju eftir dystin. Triði og seinasti maðurin, ið gongur aftur er Hjalgrím Elttør sjálvur, sum varð skiftur inn smáar tjúgu minuttir fyri tíð.
- Tá eg sá, at Týskland kom í okkara bólk, so hugsaði eg bara nú sleppi eg kanska aftur at møta teimum. Eg hugsi ikki so nógv um dystin í Hannover, men onkuntíð verið eg mintur á hann, segði Hjalgrím Elttør við portalin, tá tað gjørdist greitt, at Føroyar og Týskland aftur skuldu møtast í einum undankappingardysti.

Ongin Atli Gregersen

Hetta er fyrstu ferð, at Lars Olsen úttekur ein føroyskan landsliðshóp til ein undankappingardyst. Hann hevur í sinni at broyta nøkur ting, men á leikaralistanum eru ikki tær kollveltandi broytingarnar.
Atli Gregersen er ikki við, Finnur Justinussen fekk sín fyrsta dyst í Íslandi, men er heldur ikki við. Jákup á Borg er aftur tøkur til landsliðsfóltbólt, men hann er ikki við. Hann legði upp til føroyska málið niðri í Hannover. Atli Danielsen hevur saman við B36 eitt minni gott kappingarár, meðan ein maður sum Arnbjørn T. Hansen hevur skaðar at dragast við.
Lars Olsen vildi illa tosa um leikarar, sum ikki eru við í hópinum, men greiddi frá, at Atli Gregersen hevur hvat eitt langt leikbann og onkran skaða at dragast við og tí ikki var við. Lars Olsen gjørdi tó greitt, at liðskiparin hjá Víkingi á ongan hátt er avskrivaður á føroyska landsliðnum í framtíðini.
Súni Olsen er við aftur eftir skaða. Hann avloysir Pætur Dam Jacobsen í hópinum, og er hann førur fyri at byrja inni, so ger hann helst tað fyri Hall Hansson á miðvøllinum.
René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Erling Jacobsen, Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen hava allir spælt við U21 landsliðnum í ár, men hava fingið álit frá A-landsliðsvenjaranum.

Bara Klose eftir

Týski hópurin er ikki úttikin enn, men tað er líkt til at tað verður uttan nakran frá dystinum í 2002. Einasti møguleikin er Miroslav Klose, sum skoraði bæði í Hannover og á Tórsvølli. Hann var við týska landsliðnum til EM endaspælið í summar.
Flestu av hinum yvirlivdu ikki kollveltingina í 2006 og eru eisini givnir sum fótbóltsleikarar.

[email protected]


Liðið, sum spældi móti Týsklandi í Hannover 16. oktobur 2002.

Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen – Jákup á Borg(Hjalgrím Elttør, 71.min), Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Øssur Hansen – John Petersen(Helgi L. Petersen, 87.min)– Andrew av Fløtum(Christian Høgni Jacobsen, 78.min).

Á bonkinum uttan at koma inn:
Jens Martin Kundsen, Hans Fróði Hansen, Jóhannis Hansen og Rógvi Jacobsen

Týska liðið, sum spældi móti Føroyum í hannover 16. oktobur 2002.

Oliver Kahn – Christian Worns, Arne Friedrich, Carsten Ramelow(Paul Freier, 46.min) – Bernd Schneider(Sebastian Kehl, 87.min), Torsten Frings, Dietmar Hamann, Michael Ballack, Jens Jeremies – Miroslav Klose og Carsten Jancker(Oliver Neuville, 69).

Á bonkinum uttan at koma inn:
Jens Lehmann, Ingo Hertzsch, Gerald Asamoah og Tim Borowski

Dystrurin í tølum:

Týskland – Føroyar 2-1 (1-0)
1-0 Michael Ballack, 1 (br)
1-1 Arne Friedrich, 45 (Sjálvmál)
2-1 Miroslav Klose, 59

Føroyski hópurin til dystin 7. septembur 2012:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Manchester City (ENG)
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Jákup Mikkelsen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Jónas Næs, Valur (ICE)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Odmar Færø, Forfar (SCO)
Rógvi Baldvinsson, Ålgaard (NOR)
Erling Jacobsen, Víkingur

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Hallur Hansson, HB Tórshavn
Hjalgrím Elttør, KÍ Klaksvík
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)

Framherjar:
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Bogi Løkin, ÍF Fuglafjørður
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)

Afturat hesum 19 leikarum, hevur Lars Olsen sent boð eftir fimm leikarum av U21-landsliðnum, sum í fyrstu atløgu skulu venja við føroyska hópinum, áðrenn fari verður til Týskland.

U21-leikararnir eru hesir:
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Rógvi S. Holm, HB Tórshavn
Gilli Sørensen, TB Tvøroyri
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Karl Løkin, ÍF Fuglafjørður