Tá ið dómararnir seinnapartin í morgin hava bríkslað fyri síðstu ferð, verður tað fagnaður í einum felag, tí hetta felagið er komið undan niðurflytingar hóttanini, sum leingi hevur hingið yvir felagnum, og í tveimum øðrum feløgum verður hýrurin ikki góður, tí hóttanin um niðurflyting nú verður veruleiki.
Talan er um ÍF, B68 og VB/Sumba. Hesi feløgini hava tað í felag, at tey í turbolenta kappingarárinum hava skift venjara. Jón Simonsen loysti í summar Petur Simonsen av við róðrið í Fuglafirði. Finn Johannesen loysti í summar saman við Bjarna Johansen Ole Andresen av í Vági, og á Toftum loysti Bill Jacobsen Jóannes Jakobsen av sum venjari hjá B68.
Felags fyri venjararnar hjá teimum trimum feløgunum, sum í morgin fara at royna at renna undan niðurflytingini, er, at teir eru uppvaksnir í Klaksvík og harvið í KÍ. Tað er eisini felags fyri teir, at hetta er fyrsta árið, at teir hava ábyrgdina av liði í bestu deildini. Eitt annað felags eyðkenni fyri Finn Johannesen, Jón Simonsen og Bill Jacobsen er, at eingin teirra hevur roynt seg sum spælara á hægsta støði.