Tríggir mans - eitt team

Glyvrar: - Tað viktigasta fyri meg og fyri okkum er, at arbeiðini verða væl gjørd. Og at vit halda gjørdar avtalur, sigur Sálomon Christiansen sum koyrir lastbil hjá EM Asfalt

Veðrið er til uttandura arbeiðið, henda dagin ið teir tríggir - Sálomon Christiansen, Óli Olsen og Jónfríður Nielsen - arbeiddu beint niðanfyri skúlan á Glyvrum.

Arbeiðið teirra er væl skipað: Sálomon Christiansen koyrir lastbilin. Óli Olsen gravar, meðan Jónfríður Nielsen situr í gravimaskinuni.

Frammanundan arbeiðinum er løgd ein nágreinilig ætlan fyri liðugtgerðini. Ein part av henni vóru teir tríggir í ferð við henda dagin, tá umboð fyri Sosialin koyrdu framvið.

Inn gjøgnum Runavíkina er grivin ein grøv framvið gongubreytini, har káplarnir frá loftslinjunum verða lagdir í. Nú taka teir so restina av asfaltinum upp.

- Og so er klárt at leggja nýtt asfalt á gongubreytirnar, greiðir Sálomon Christiansen frá.

Hann hevur arbeitt tvey ár hjá EM Asfalt. Áðrenn tað arbeiddi hann á trolvirkinum í Fuglafirði.


Skjótt - og væl

EM Asfalt byrjaði sítt virksemi longu í 1999, tá undir øðrum navni. Men síðani 2003 er felagið vorðið kent undir verandi navni.

Hyggur ein eftir teim arbeiðum, sum menninir í fyritøkuni hava útint hesi árini, er einfalt at síggja, at talan er bæði um størri arbeiði og smærri arbeiði. Millum tey stóru arbeiðini hjá EM Asfalt var at asfaltera Norðoyatunnilin.

Hetta arbeiðið, sum teir tríggir byrjaðu uppá í Runavíkar kommunu ein dagin í farna mánaði, telist millum tey smærru.

Men Sálomon, Óla og Jónfinn ynskja eisini at hetta arbeiðið skal gerast skjótt og væl.

Frammanundan hesum arbeiðinum beint við skúlan á Glyvrum, hava teir arbeitt longur úti í Runavík og inneftir fjørðinum.

- Men nú arbeiða vit so frá Glyvragjógv og úteftir, hartil sum vit vóru komnir, greiðir Sálomon frá.


Team-work

Tað eru onnur fólk í fyritøkuni enn júst teir tríggir, Sálomon, Óla og Jónfinn sum vit møttu ein mikudag í farna mánaði.

- Onkutíð eru vit fleiri, og onkutíð færri. Tað veldst alt um árstíðina, greiðir Sálomon frá.

Hini báðir starvsfelagar hansara lata seg ikki nerva av, at ein myndamaður og tíðindamaður fáa eitt stutt prát við Sálomon sum koyrir lastbilin.

Uppgávan hjá Óla er at grava til og javna út, soleiðis at klárt verður at leggja asfaltið á gonguteigin. Jónfinn hinvegin, tekur hegnisliga tað brotna asfaltið upp í lastbilin.

Av sonnum team-work, má sigast.


Halda avtalur

Av tí at talan er um útiarbeiði, eru teir rættiliga bundnir av, hvussu veðrið skikkar sær. Í vetur hevur kavin tarnað arbeiðinum nakað, men nú tað várar og tað er vorðið ljósari, verður helst meiri at gera.

- Um vit hava aðrar uppgávur fyri framman? Jú, eg haldi bestemt, at vit eru bookaðir nokkso langt fram, sigur Sálomon.

Hann verður avbrotin í prátinum, tí nú hava Óli og Jónfinn fylt lastina við asfalt. Nú má hann skunda sær at fáa lastina tømda.

- Tað viktigasta fyri okkum er at gera arbeiðini væl og at halda gjørdar avtalur.




10.500 tons

EM Asfalt hevur hesi árini luttikið í mongum ymiskum arbeiðum, m.a. við at planera, fresa, strika parkerinsgpláss og vegir, eins og teir sópa vegir og tøma ristir.

At leggja asfalt í Norðoyatunlinum var eisini ein uppgáva, sum fyritøkan loysti. Vegalongdin er 6,3 kilometrar, og til hetta arbeiðið vórðu brúk so mong sum 10.500 tons av asfalti.

Stjóri í fyritøkuni er Edvard Mikkelsen, harav styttingin EM Asfalt.