Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge fyrireika seg við fullari ferð til at verja oddasessin í superliguni. Skulu vit døma út frá avrikinum leygardagin móti B93 úr næstbestu deildini, so verður ikki spart uppá krútið hvørki so ella so.
Venjingardysturin móti B93 endaði 1?1, og tað var ikki verri enn ilt hjá Jákupi Mikkelsen, sum ta síðstu løtuna bara hevði sjey viðspælarar frammanfyri seg.
Henrik Lykke er ein av teimum, sum tað hevur ljóðað, at útlendsk feløg skulu vera áhugað í. Hesa ferð gjørdi hann vart við seg við at verða rikin av vøllinum longu í 1. hálvleiki.
John Faxe Jensen, venjarin hjá Herfølge, hevur seinastu tíðina samráðst við leiðsluna í felagnum, um treytirnar fyri, at hann eisini skal verða stjóri í felagnum. Hetta er starvið, sum Kenneth Wegner hevði til eina ferð síðsta heyyst. Enn eru samráðingarnar millum felagið og venjarin ikki loknar. Men tað tykist sum um John Faxe Jensen ætlar sær framvegis at teljast millum spælararnar.
Leygardagin var hann á miðvøllinum, men har var hann bara inntil tíðliga í 2. hálvleiki. Tá sá hann reyða kortið og noyddist av vøllinum.
Herfølge skifti eftir 63 minuttir Jesper Heyde inn, men hann var bara sjey minuttir á vøllinum. Tá 70 minuttir vóru farnir, sá hann reyða kortið, og so var tað, at Jákup Mikkelsen og sjey liðfelagar stríddust við at halda tørn um 1?1 javnleikin, og tað eydnaðist, m.a. tí Jákup Mikkelsen bjargaði einum brotssparki.
Síðstu fyrireikingarnar
Í Herfølge hava teir hesar fyrstu vikurnar vant níggju ferðir um vikuna. Umframt venjingardystin móti B93 skulu teir heima í Danmark eisini spæla móti Frem, Køge og Hvidovre. Leygardagin fer Herfølge til La Manga í Spania ? tað er sama staðið, sum landsliðið (uttan Jákup Mikkelsen) var á venjingarlegu síðst í januar. Herfølge skal taka lut í kapping við onnur feløg úr norðurlondum. Teir koma aftur til Danmarkar annan leygardag.
Fyrsti landskappingardysturin hjá Herfølge verður á grækarismessu. Sunnudagin um fýra vikur skulu teir á útivølli spæla móti Lyngby og sunnudagin eftir fáa teir vitjan av Brøndby.
Í Danmark verður ikki mett, at Herfølge fer at megna at halda tørn um oddasessin. Har verður heldur mett, at Brøndby, sum hevur skift venjara og hevur fingið fleiri norskar og svenskar stórspælarar í felagið, fer at vinna DM. Jákup Mikkelsen hevur ofta sagt, at teir hava lítlar møguleikar, tí kappingin frá peningasterku feløgunum er so stór. Men nú fáa vit at síggja. Herfølge hevur økt um venjingina, og tað boðar frá, at teir ikki uttan víðari ætla at geva skarvin yvir. Men skal tað eydnast at vinna DM, so man fyrsta treytin vera, at teir eru ellivu á vøllinum hvørja ferð og alla tíðina.
Herfølge er á odda í superliguni við 37 stigum. Brøndby er á øðrum plássi. Teir hava 31 stig. Átjan umfar eru spæld, og tað verður í fimtan teimum síðstu av í alt 33 umførum, at funnið verður fram til meistaraliðið.
Í sambandi við 1?1 javnleikin móti B93 er vert at leggja afturat, at gamla felagið á Eysturbrúgv tykist vera væl fyri. B93 droymir um at endurvinna sessin í bestu deildini, sum teir so ofta hava havt, og teir eru væl fyri. Umframt at spæla javnt móti Herfølge, so hava teir eisini spælt javnt móti Lyngby (0?0) og AB (1?1). Móti OB hava teir tapt venjingardyst 2?1